Bæði landið og kommunurnar hava fingið væl meiri inn í skatti higartil í ár, enn tey fingu í sama tíðarskeið í fjør. Ein uppgerð hjá Taks vísir, at fyrstu átta mánaðirnar í ár, hevur landskassin fingið 853,5 milliónir meiri inn í vanligum landskatti og tað eru 39,9 milliónir meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið inntøkan var 813,6 milliónir krónur. Talan er sostatt um ein vøkstur á 3,95 prosent.
Men harafturat hevur landskassin fingið 169,5 milliónir inn í eftirlønarskatti hesar átta mánaðirnar, sum eru farnir av árinum í ár, og tað eru 17,8 milliónir meiri, ella 11,72 prosent meiri enn í fjør, tá ið inntøkan hjá landskassanum av eftirlønarskatti, var 151,7 milliónir krónur í tíðini frá januar til august.
Eisini kommunurnar hava fingið væl meiri inn í skatti higartil í ár. Átta teir fyrstu mánaðirnar í ár hava kommunurnar fingið góðar 969,8 milliónir inn í skatti. Tað eru 3,95 prosent meiri enn í fjør, tá ið inntøkan var góðar 932,9 milliónir krónur í sama tíðarskeiði.
|