Hesa seinastu vikuna, frá 18. desember, til í dag, hevu Atlantsflog flutt eini 6000 fólk ímillum útheimin og Føroyar. Tað staðfesti. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, í Rás2 í gjár.
Hon sigur, at nógv tey flestur eru komin til Føroya og hesar dagarnar hevur Atlantsflog flutt 4000 fólk til Føroya. Hinvegin eru tað heldur ikki so fá, sum eru farin av Landinum, tí síðani 18. desember, hevur Atlantsflog flutt 2000 fólk úr Føroyum.
Stjórin í Atlantsflog sigur, at tað hevur verið rættiliga hugaligt, tí tað eru heilt nógv av ferðafólkunum til Føroya, sum eru ung fólk, men tað eru eisini nógvar familjur, sum hava ferðast við Atlantsflogi hesar dagarnar.
Atlantsflog sigur, at síðsti flúgvarin lendir á náttúrðatíð í kvøld, so fer eisini Atlantsflog í jólaferiu. Og tað gera tey við ró í sinni, tí tá hava tey flutt øll ferðafólkini heim, sum høvdu ætlað sær heim, og somuleiðis øll, ið eru farin hinvegin.
Trýst á pílin undir myndini, og hoyr Jóhonnu á Bergi greiða frá jólaferðsluni og um, hvussu glað og takksom tey eru fyri, at føroyingar eru so trúfastir ímóti føroyska flogfelagnum