Hóast meiri enn tvær vikur eru lidnar, síðani stormurin Sandy herjaði amerikonsku eysturstrondina, eru tað framvegis fólk, sum ikki hava fingið streymin aftur. Í gjár varð kunngjørt, at umleið 25.000 fólk, tey flestu í statinum New York, liggja enn í streymloysi.
Barack Obama, forseti, var í gjár í Queens og Staten Island í New York, har Sandy gjørdi stóran skaða. Forsetin tosaði við fólk, sum mistu skyldfólk, vinir ella ognir í ódnarveðrinum, og hann lovaði, at stjórnin fer at veita teimum ta neyðugu hjálpina.
Guvernørurin í New York, Andrew Cuomo, sum fylgdist við forsetanum, segði við tíðindafólk, at í hansara stati fer tað at kosta einar 30 milliardir dollarar at endurbøta skaðan og at rudda eftir ódnarveðrið.
Serfrøðingar hava mett, at Sandy gjørdi skaða fyri knappar 50 milliardir dollarar, og at tryggingarfeløgini skulu gjalda einar 30 milliardir av hesum.