Vegna ósemju ímillum donsku fótbóltsspælararnir, sum eru við í fakfelagnum Spillerforeningen, og danska fótbóltssambandið, so fekk Danmark ikki spælt við nøkrum sum bara líkist besta liðnum í venjingardystinum ímóti Slovakia í gjár.
John 'Faxe' Jensen tók við sum fyribilsvenjari og fekk í evstu løtu úttikið eitt lið við amatørum úr eitt nú Danmarksserien og futsallandsliðnum. Tí var tað heiðurligt, at Danmark einans tapti 3-0 fyri tí vælmannaða slovakiska liðnum.
Tað, sum er meira álvarsamt, er, at Danmark sunnudagin skal spæla Nations League ímóti Wales, men heppið fyri Danmark, so er tað í evstu løtu eydnast at fáa eina nýggja avtalu í lag. Hesum boðar DBU nú frá.
Talan er um eina fyribilsavtalu, sum er galdandi til 30. september. Avtalan hevur við sær, at Danmark aftur kann spæla við sterkastu uppstilling og 'vanliga' landsliðnum, tá tað leygardagin verður Nations League-dystur ímóti Wales.
- Tað er gott fyri landsliðið og øll í donskum fótbólti, at vit kunnu spæla týdningarmikla Nations League-dystin við tí ordiliga landsliðnum og aftur hugsavna okkum um tað ítróttarliga, sigur formaðurin í DBU, Jesper Møller, í tíðindaskrivi.
Dysturin ímillum Danmark og Wales verður spældur í Århus leygardagin kl.17.00. Kanal 5 vísir dystin beinleiðis. Danski hópurin verður kunngjørdur í morgin um middagsleitið.