Norskir hermenn, sum hava leitað uppi á Rabotjøklinum við svenska fjallið Kebnekaise, funnu í dag eina rúgvu av vrakpettum av norska Hercules-flogfarinum, sum hvarv á veg til Kiruna. Sagt verður, at vrakpettini liggja slødd í einum stórum øki ímillum 1500 og 2000 metra hædd á vestursíðuni á Kebnekaise, sum er hægsta fjall í Svøríki.
Svenska bjargingartænastan sigur, at hóast bjargingarmenninir ikki hava funnið sjálvt flogfarið, so er lítil og eingin ivi um longur, at flogfarið er dottið niður har.
Norski verjumálaráðharrin, Espen Barth Eide, segði á einum tíðindafundi í dag, at alt bendir á, at Hercules-flogfarið hevur rent inn í vestursíðuna á Kebnekaise, og at stoyturin hevur verið ógvuliga harður. Hann segði, at tað er ein gáta, hvat er hent, tí flogfarið hevði alla nútímans útgerð, og at manningin hevði drúgvar royndir.
Leitingin heldur fram, men veðrið er framvegis vánaligt og darvar leitingini nógv.