Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum ávísum slagi av salati, sum hevur verið at fáa í handlum í Føroyum.
Talan er um Lollo Bionda salat, sum antin er pakkað í posum við gassi í, ella í vanligum posum, við minst 150 grammum í.
Salatið er antin merkt við merkinum hjá Torup Bakkegaard& Orelund I/S, ella sum "Private label" merkt Kornmod Afturkallingin og umfatar hesi Lot nr: 109, 110, 1604 og 1605.
Orsøkin til, at ávarað verður ímóti hesum ávísa salatinum, er, at glaspetti eru funnin í nøkrum posum. Tískil er vandi fyri, at glas er í fleiri posum og av tí sama kann stórur heilsuvandi standast av at eta salatið.
Tí verður mælt fólki til at beina vøruna burtur, ella at lata hana inn aftur, haðani hon er keypt, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.