Hava gjørt avtalu um kollfirðingar


 

Fakfeløg semjast


Nú er semja gjørd ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag um limirnar í Kollafjarðar arbeiðarafelag

Tað hendi fríggjadagin, tá ið Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag skrivaðu undir eina avtalu um, hvussu farast skal fram ísambandi við limirnar í Kollafjarðar Arbeiðarafelag.

Avtala er gjørd um, at tá ið limur í einum av feløgunum átekur sær arbeiði í økinum hjá hinum felagnum, skal limurin skifta limaskap so at viðkomandi gerst limur í felagnum á staðnum har hann.

Hesir limir fáa somu limarættindi og hava somu skyldur sum aðrir limir felagsins.

Annars hevur tað verið eitt sindur av ósemju um viðurskiftini hjá kollfirðingum, síðani Kollafjørður kom upp í Tórshavnar Kommunu.

Hetta, tí at Kollafjarðar Arbeiðarafelag er limur í Føroya Arbeiðarafelag, har limirnir í Havn ikki eru.

Ikki minst hevur Havnar Arbeiðsmannafelag gjørt vart við seg um, at felagið ehldur tað vera óheppið, at arbeiðsmenn í somu kommunu eru undir tveimum sáttmálum.

Nú er so ivamálið um arbeiðskvinnurnar í Havn og kollfirðingar loyst í sátt og semju.Hinvegin er onki greitt um nakra semju um menninar.