Hava gjørt botnkanningar við Svalbard

Í gjár var polska rannsóknarskipið Oceania á Havnini á veg til Póllands. Teir hava verið við Svalbard, har teir hava gjørt ymsar kanningar. Hóast Oceania er stórt skip, so brúka teir seglini nógv, men tað gongur strúkandi. Á veg til Føroya var ferðin 12 míl

Um vikuskiftið var pólska havrannsóknarskipið Oceania, úr Gdansk, á Havnini á veg til Póllands.

Oceania minnir ikki um tey rannsóknarskipini, sum vit vanliga síggja tey her um leiðir.

Talan er um trýmastrað seglskip, men tað er stórt hóast tað er eitt seglskip. 50 metrar er úr stevni í skutin skipið er 370 tons brutto. Netto er tað 111 tons.


Gjørt rannsóknir við Svalbard

Sum nevnt omanfyri er Oceania á veg til Póllands. Skipið hevur verið úti síðan 5 maj, tá teir stevndu ímóti Svalbard.

Endamálið við ferðini var at gera jarðfrøðisligar kanningar av og í tí sambandinum hav teir borað niður í ísin og ígjøgnum havbotnin kring Svalbard.

Til slíkt kanningararbeiði krevst væl útbúgvið fólk og soleiðis hevur eisini verið við manningini á Oceaniu hesaferð.

Ikki færri enn 22 serfrøðingar av ymsum slag hava verið við skipinum henda túrin.

Tó vórðu ikki allir teirra so hepnir at sleppa við á Havnina, tí í løtuni eru bert 17 teirra umborð. Restin er farin heim á annan hátt.

Manningin á Oceaniu telur 14, so íalt eru 31 mans við skipinum.


Sigla mest møguligt við seglum

Meðan Oceania hevur verið úti, so hava teir gjørt sítt ítarsta til at brúka seglini mest møguligt, m.a. tí at hetta sparir útreiðslurnar til olju.

Hóast tað, so gongur tað við tí strúkandi ferð allíkavæl.

Á veg til Føroya varð bara siglt við seglum, og tá var ferðin 12 míl, sigur Árni Dam, frá Skipafelagið Føroya, sum umboðar Oceaniu her í Føroyum.

Steðgurin hjá Oceaniu í Føroyum var ikki so langur. Skipið kom á Havnina um vikuskiftið og fór avstað aftur í gjár á middegi. Nú verður kósin sett móti Gdansk í Póllandi, men um farið verður beinleiðis til Póllands er ikki vist.

? Møguliga verður farið inn onkustaðni áðrenn, sigur Árni Dam.


Nógvar vitjanir

Í sambandi við vitjanina hjá Oceaniu, spurdu vit Árna Dam um aktivitetin hjá Skipafelagnum við fremmandum skipum, og hann letur væl at - næstan ov væl.

? Vit hava ótrúliga nógv at takast við í so máta. Sammeta vit við árið í fjør, so eru nógv fleiri skip í Føroyum í ár.

? Í fjør høvdu vit 273 skip á vitjan. Higartil í ár hava vit havt 220 skip. Tað svarar til umleið 70 skip fleiri.

Tað er nú ikki bara høvuðsstaðurin, sum fær gagn av fremmandu skipunum. Árni Dam sigur, at hóast nógv av skipunum koma til Havnar, so gera ikki øll tað.? Nógv teirra koma als ikki til høvuðsstaðin, men leggja til bryggju aðrastaðni, eitt nú í Vági.