Hava góð úrslit at vísa til

Javnaðarflokkurin metir seg hava hildið lyftini undan seinasta vali og hava góð úrslit at vísa til, nú Fólkatingsval er fyri framman.

- Vel úrslit, sigur Aksel V. Johannesen, formaður, og vísir á, at Javnaðarflokkurin hevur hildið tey lyfti, flokkurin gav veljarunum undan valinum seinast.

  

Týsmorgunin legði Javnaðarflokkurin fram valskrá og valevni síni til Fólkatingsvalið 18. juni. 12 fólk stilla upp til fólkatingsvalið hesaferð, seks kvinnur og seks menn.

 

Høvuðsboðskapurin í valskránni er greiður. Javnaðarflokkurin hevur hildið lyftini teir góvu undan valinum, flokkurin hevur ítøkilig úrslit at vísa á eftir fýra ár á Fólkatingi og ætlar sær at halda fram á somu kós komandi valskeið.

-          Úrslitini hjá flokkinum hava verið mong og góð og tí ætla vit komandi fýra árini at halda fram á somu kós, segði Aksel V. Johannesen, og vísti á nøkur teirra: Javnaðarflokkurin hevur fingið til vega 10 milliónir krónur av donsku fíggjarlógini til FarGen-ætlanina, hevur tryggjað føroyingum í Danmark rætt til ávísar sosialar veitingar og hevur fingið í lag samstarv millum Dansk Filminstitut og Klippfisk.

 

Ætlanin fram yvir er tí at halda fram á somu kós. Hetta sæst eisini ítøkiligt í, at valskráin til komandi val er nærum meinlík valskránni til seinasta fólkatingsval. Men hví broyta nakað, sum virkar?

 

Les meiri um valskránna og valevnini hjá Javnaðarflokkinum í Sosialinum í dag.