Hava hjálpt nógvum fullum fólki

Samarittarnir hava gjørt øgiliga stóran mun

Tað hevur verið rættiliga nógv fólk á ólavsøku og bæði í gjárkvøldið, og í nátt, vóru túsundtals fólk sum sild í tunnu á Vaglinum tá ið midnáttarsangur var, og á Kongabrúnni, har finala í OL-rógving varð víst á stórskíggja.

 

 løgreglan sigur, at tey hava eisini havt nókk so nógv at gera. Eitt nú hava tey fingið eitt ótal av fráboðanum um fólk, sum vóru so deyðadrukkin, at tey ikki kláraðu seg sjálvi. Men løgreglan sigur, at í hesum sambandi hava samarittarnir lætt rættiliga væl um, bæði hjá løgregluni og hjá sjúkraflutningstænastuni, tí tey hava tikið sær av teimum flestu av slíkum málum. Samarittarnir hava gjørt øgiliga stóran mun, sigur løgreglan.

 

Løgreglan sigur, at tá ið vaktarskifti var á løgreglustøðini klokkan sjey í morgun, var framvegin nógv fólk at síggja og tey vænta sær fleiri fráboðanir út á dagin, tá ið fólk vakna. Eitt nú vórðu nøkur fólk sædd fara gangandi eftir havnargøtum tíðliga í morgun við eini flaggstong ímillum sín...