Hava ikki ráð at traðka skeivt í FM-stríðnum

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr samrøðu við Hall Biskopstø hjá H71 her

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Hall Biskopstø hjá H71.

 

H71 spælir ímóti Neistanum á útivølli í morgin. Eftir tað hevur H71 dystir ímóti VÍF og Kyndli, sum eru hini liðini, ið stríðast um at røkka FM-finaluni í manshondbólti.

 

Hallur ásannar, at talan verður um ein strævnan dyst í morgin, og at H71 hevur ikki ráð at traðka skeivt, og missa stig í FM-stríðnum. 

 

VÍF hevur 28 stig. H71 og Kyndil hava 25 stig, H71 hevur tó væl betur málmun enn Kyndil.