Í Degi og Viku seinasta fríggjadag sigur forkvinnan í Sosialu nevnd í Havn, at tað ikki var ætlanin, at níggjundi kommunulæknin í Havn skuldi flyta inn í nýggju viðtaluhølini í Gundadali. Men kortini stendur greitt í lýsingini eftir níggjunda kommunulæknanum, at nýggj viðtaluhøli verða bygd til starvið, sum verða klár at taka í nýtslu 1. oktober, sama dag, sum læknin skal setast.
Beate L. Samuelsen viðgekk í Degi og Viku, at tað stendur í lýsingini, at nýggj viðtaluhøli verða bygd. Men samstundis segði hon, at fyri tað, at tað stóð í lýsingini, at nýggj høli verða bygd, so merkir hetta ikki, at nýggi læknin skal flyta inn í hølini.
Heilt erligt Beate! Um tú veruliga hevði sett teg inn í málið, hevði tú vitað, at býráðið longu í 2000 heitti á Almanna- og Heilsumálastýrið um at seta níggjunda kommunulæknan, samstundis sum tað boðaði frá, at nýggj høli verða bygd til hansara.
Innstillingin til býráðið 5. Oktober 2000, sum var einmælt samtykt, er so ljóðandi:
»Uppskot til innstilling:
Mælt verður býráðnum til at heita á Almanna- og Heilsumálastýrið um at normera og lýsa 9. kommunulæknastarvið leyst, soleiðis at læknin kann byrja, samstundis sum viðtaluhølini eru liðug.«
Heldur tú ikki, Beate, at tað er eitt sindur løgið at boða frá í lýsingini, at nýggj høli verða bygd, um læknin ikki sleppur at flyta inn í tey? Um talan bert er um eina upplýsing, ið einki hevur við starvið at gera, kundi tað so ikki eins væl staðið í lýsingini, at býráðið arbeiðir við at byggja út havnarlagið?
Hví sigur tú ikki sum er, at tit í meirilutanum als ikki hava setta tykkum inn í málið, og at tit komu við broytingini á sosialnevndarfundi tann 18. september 2001, hóast málið um læknahølir als ikki var á skránni?