? Vit hava als ikki slept ætlaninir um at bjóða Vág fram sum oljuhavn.
? Tvørturímóti arbeiða vit hvønn dag við ætlanini.
Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági, sigur at tað fær onga sum helst ávirkan á oljupolitikkin hjá Vágs Býrað, at ætlanin er at gera Tvøroyar Oljuvinnuráð til eitt oyggjarfelag.
Herfyri var aðalfundur í Tvøroyrar oljuvinnuráð, og har varð samtykt, at víðka ráðið og at gera tað til oyggjarfelagið Suðuroyar Oljuvinnuráð.
Sostatt eru vinnuvirki í allari oynni boðin at gerast limir í Suðuroyar Oljuvinnuráð.
Í uppskotinum til reglugerð fyri Suðuroyar Oljuvinnuráð stendur m.a, at felagið vísir á Drelnes sum oljuhavn í Suðuroynni.
Leiðslan í oljuvinnuráðnum sigur, at teir hava loddað dýpið nógva staðni m.a. hjá ymsum kommunum, eitt nú í Vági, og at full undirtøka var fyri ætlanini.
Als ikki slept ætlanin
Hetta hava mong tikið sum um vágbingar hava slept ætlanini at bjóða Vág havn sum oljuhavn.
Hetta er annars eitt mál, sum Vágs Býráð hevur arbeitt við í mong ár.
Og Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági, leggur dent á, at hendan ætlanin er als ikki slept.
? Tvørturímóti: Vit arbeiða við oljumálinum hvønn einasta dag, sigur hann.
Hann leggur dent á, at Vágs Kommuna er ongantíð spurd um ætlanina at gera Tvøroyrar Oljuvinnuráð til eitt oyggjarfelag.
Og hann leggur afturat, at tað hevði aldrin komið uppá tal, at Vágs Kommuna fer uppí eitt felag, sum læsir seg fast í at oljuhavnin skal vera á Drelnesi.
? Tí kemur tað heldur ikki upp á tal, at Vágs Býráð fer at gerast limur í tí Suðuroyar Oljuvinnuráð, soleiðis sum støðan er, sigur Býráðsformaðurin í Vági.
Tó leggur hann dent á, at tað má standa til vinnulívið sjálvt at gera av, um tað er eitt gott hugskot at verða limur í einum Suðuroyar Oljuvinnuráð.
? Tað er ikki eitt mál, sum býráðið uppá nakran sum heslt máta fer at leggja seg út í, sigur hann.
Frælsi at velja
Jógvan Krosslá sigur, at eftir hansara tykki hevur tað alstóran týdning, at oljufeløgini hava fleiri møguleikar at velja ímillum.
? Tí so kunnu tey sjálvi avgera, hvar tey halda, at tann besta oljuhavnin er.
Býráðsformaðurin í Vági vísir á, at Tvøroyrar Kommuna hevur gjørt eina avtalu við Danbor Service um at gera oljuhavn á Drelnesi.
? Og tað skilji eg fyri so vítt væl, tí Danbor er eitt stórt og sterkt felag
?Men eftir mínum tykki bindur hetta Tvøroyrar Býráð.
? Tí nú ber illa til at bjóða Drelnes út til onnur feløg.? Og hvat hendir nú, um Danbor Service ikki kemur uppí part í eini møguligari, gøroyskari oljuvinnu.
? Tá vildi tað verið ein vanlukka, um vit ikki hava havt møguleika at bjóða øðrum feløgum at gera oljuhavn í Suðuroynni eisini.
? Tí knýta vit okkum ov fast at einum oljufelag, og tað ikki verður við í oljuvinnuni-skulu vit so ongan møguleika hava at bjóða øðrum feløgum at gera oljuhavn í Suðuroy.
?Avleiðingin av tí hevði fyri vist verið, at vit missa oljuhavnina úr oynni, og at hon verður løgd norðanfyri ístaðin.
Er sera væl egnað
Jógvan Krosslá sigur, at tað tí hevur stóran týdning, at feløgini hava fleiri møguleikar at velja ímillum.
Tí leggja vágbingar framvegis stóra orku í at bjóða Vág havn til oljuhavn.
? Vit hava havt fleiri oljufólk í Vági, og tað er stór semja um, at Vágur er sera væl egnað pláss at gera oljuhavn í.
? Tað, sum oljufeløgini serliga hefta seg við, er, at lendið uttanum økið, sum er sett av til havn, eru so stórt, at møguleikarnir eru at kalla óavmarkaðir.
? Somuleiðis eru líkindini í havnini sera góð, tí tað er deyðavatn í øllum veðri. ? Og havnin verður djúp, einar 10-12 metrar heilt langt inn.
Men Jógvan Krosslá sigur, at Vágs Býráð fer ikki at útnevna Vágs Havn sum tað einasta, brúkiliga staðið til Oljuhavn. Og vit fara heldur ikki at tvíhalda um, at ein oljuhavn í Suðuroynni skal partú verða í Vági. Tað er ikki nakað, sum vit kunnu avgera.
? Eftir okkara tykki hevur tað størstan týdning, at hon kemur til Suðuroynna. So hevur tað fyri so vítt minni týdning, hvar í oynni hon verður.
? Tí eg eri púra sannførdur um, at kemur hon til Suðuroynna, fær øll oyggin at fáa gagn av henni. Eisini um tað er Danbor, sum ger eina oljuhavn á Drelnesi, tí tað hevði verið frálíkt, um so varð. Men feløgini mugu hava møguleika at velja ímillum fleiri møguleikar.
? Tí ber tað ikki til, at vágbingar útihýsar seg frá øllum øðrum oljufeløgum.
? Tað er ikki bara eitt felag, men fleiri oljufeløg, sum eru áhuga í at gera oljuhavn í Føroyum. Og tað er okkara uppgáva at royna at selja Vág, sum frægt sum til ber, eisini í hesum høpi, sigur Jógvan Krosslá.