Hava ikki trupulleikar at fáa heilivág til Føroya

Leveringin er sum hon plagar at vera, sigur landsapotekarin

Vit hava ikki havt trupulleikar av at fáa heilivág til Føroya. Tað sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari í Føroyum.

Hóast korona gongur um allan heimin, og nógvar søgur eru um at tað kann vera ringt at útvega heilivág, sigur hann, at tað er ikki støðan, tí heilivágur kemur til Føroya sum hann plagdi.

Hann sigur, at av og á kunnu trupulleikar stinga seg upp at fáa fatur á ávísum heilivági. Men tað er ikki nakað, sum er tengt at korona og tað plagdi ikki vara leingi. Og knípur tað at fáa fatur á einum heilt ávísum heilivági, ber sum oftast til at fáa fatur á onkrum øðrum slagi, sum eisini hjálpir.

Annars eru stig eisini tikin til, at fólk ikki skulu hamstra heilivág, tí fólk fáa ikki meiri enn tað, sum svarar til eina vanliga nýtslu.

Tað merkir, at fólk kunnu ikki leggja heilivág inn undir seg til hálv og heil ár, sigur landsapotekarin. Tað er bara í serligum føri, at fólk fáa heilivág til longri tí, talan kann vera um sjómenn, sum eru leingi burtur, og ikki vita akkurát, nær teir koma aftur,

Men hann sigur, at tey merkja heldur ikki trupulleikan av, at fólk vilja hamstra heilivág. Tað var kanska ein ávísur fjáltur á fólki í fyrstuni, korona fór at taka seg upp, og tí vildu tey tryggja sær nokk av heilivági, men tann óttan merkja tey ikki longur, tí fólk keypa sum vanligt.