Í gjár var eitt ferðsluóhapp á Hvítanesvegnum, har ein bilur skal snara oman á Hvítanes. Men ein bilur, sum koyrir aftan á, rakar bilin. Eingin fólkaskaði var kortini og skaðin, bilarnir fingu, var heldur ikki stórur.
Men løgreglan sigur, at tey fingu illgruna um, at førarin á bilinum, sum rendi á, var ávirkaður av rúsdrekka, so blóðroynd varð tikin av honum, og nú verður bíðað eftir úrslitinum av tí.