Hesar seinastu dagarnar hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna um alt landið – eisini í økjum har løgreglan ikki er hvønndagsgestur, men eisini skulu bilførarar hava síni viðurskifti í ordan.
Í Suðuroy hevur Løgreglan steðgað nógvum bilum, men eingin bilførari varð skrivaður upp. Løgreglan hevur eisini kannað prutl í Suðuroy, men eisini tey vóru í lógligum standi.
Somuleiðis hevur løgreglan steðgað bilum í Norðoyatunlinum, serliga fyri at kanna um bilførararnir vóru edrúir. Har vórðu 80 bilar steðgaður og allir bilførararnir vóru edrúir.
Somululeiðis hevur løgreglan verið í Sandoynni og kanna ferðsluna, og har fekk ein bilførari bót og klipp í koyrikortið. Og tað fekk hann tí at hann hevði eitt barn undir 15 ár í bilinum, uttan at spenna tað fast í trygdarbelti eftir forskriftunum.