Hava kannað øll flogførini

Statens Luftfartsvæsen vildi hava trygd fyri, at brekið á bremsiskipanini ikki er nakað, sum fer at endurtaka seg Nakað av seinking var í flogferðsluni hjá Atlantic Airways seinnapartin..

Í tíðindaskrivi sigur felagið, at Statens Luftfartsvæsen ynskti at fáa avklárað nøkur ivamál við framleiðaran British Aerospace í samband við hendingina fríggjamorgunin, tá manningin gjørdist varug við eitt brek á bremsuksipanini, á einum flogfari, sum skuldi fara avstað.

Kanningar vístu, at talan var um eina teldustýring, sum ikki virkaði sum hon skuldi. Øll flogførini hjá felagnum vórðu kannaði fríggjadagin, og allar skipanir virkaðu, sum tær skuldu.

Felagið kunnaði beinanvegin myndugleikarnar og framleiðaran um hendingina og setti tiltøk í verk, sum fyribyrgja líknandi tilburðum á BAE 146/AVRO RJ slagnum.

Donsku loftferðslumyndugleikarnir ynsktu í dag eina váttan frá framleiðaranum um, at tann mannagongd sum Atlantic Airways hevði skotið upp, var nøktandi fyri hetta slag av flogførum. Hesa váttan hevur framleiðarin British Aerospace endaliga givið loftferðslumyndugleikunum seinnapartin í dag.

Ferðslan væntast at koma í rættlag út á dagin, verður sagt í tíðindaskrivinum.