Myndin er av Facebook-vanganum hjá KBI

Hava keypt 70 prosent av KBI

- Karl Birgir Isaksen var ein drívmegi, og missurin hevur verið stórur, skrivar Portalurin

Myndin er av Facebook-vanganum hjá KBI

Í dag hava Jákup & Ester Mikkelsen, Hans Arni & Durita Thomsen og Árni & Ása Frederiksberg  keypt 70 prosent av KBI.

 

Hesum boðar fyritøkan frá í dag, og tað er www.portal.fo sum endurgevur. 

 

- Fyri knøppum trimum árum síðan misti KBI stjóran og stovnaran, Karl Birgir Isaksen, sum átti 70 prosent av felagnum.

 

Portalurin skrivar, at Karl Birgir Isaksen var ein drívmegi, og missurin hevur verið stórur.

 

- Døturnar hjá Karl Birgiri Isaksen, Rannvá, Karla & Tóra, eiga framhaldandi 30 prosent av KBI, verður lagt aftrat.

 

Myndin er av Facebook-vanganum hjá KBI