Nú verður aftur meiri fiskaarbeiði í Vági.
Herfyri keypti Suðuroyar Sparikassi flakavirkið á Tjørn á tvingsilssølu.
Síðani hevur sparikassin roynt at sleppa av við virkið aftur, og nú í vikuni er tað eydnast.
Tað eru Helgi Augustinussen og tey, sum frammanundan eiga Sancy, sum nú hava keypt virkið.
Tey vóru átta systkin, sum vóru høvuðspartaeigarar í felagnum, sum keyptu Sancy, við góðum stuðuli frá øðrum vágbingum.
Nú hava tey stovnað felagið Sancy Seafood, sum nú hevur keypt virkið frá Suðuroyar Sparikassa.
Nýggi eigarin yvirtekur virkið í dag.
Keypsprísin vil Hegga, sum Helgi Augustinussen vanliga verður nevndur, ikki upplýsa.
Men prísurin var so mikið lagaligur, at tað skal vilja øgiliga illa til, um virkið ikki fer at bera seg.
Tí havi eg sera góðar vónir sigur hann
Flakavirkið á Tjørn er spildurnýtt, men hevur havt eina umskiftiliga lagnu.
Gomlu eigararnir fingu tað ikki at bera til og skjótt kom kinkur í.
Virkið legði stilt, var síðani endurreist, men fór einaferð afturat.
Tað endaði undir hamaranum og tá keypti Suðuroyar Sparikassi tað.
Beint eftir páskir
Hegga sigur, at virkið er í fínasta standi, tí tað er so nýtt og tað lýkur at kalla øll ES krøvini.
Tó er okkurt at gera, og tað verður gjørt nú.
Tí verður ikki fiskaarbeiði á virkinum fyrrenn beint eftir páskir.
Ætlanin er, at Sancy skal avreiða til virkið.
Men harumframt ætla vit at keypa tann fisk, vit kunnu fáa fatur á sigur Hegga.
2.000 tons um árið
Hegga sigur, at Sancy avreiðir 1100 kassar í dag.
Men av næsta túrinum er ætlanin, at hon skal avreiða til nýggja flakavirkið.
Hegga sigur, at teir hava sett nøsina upp eftir at fáa 2.000 tons av fiski til virkið um árið.
Men ongantíð betri, um teir fáa meiri.
Hann sigur, at gongur sum ætlað, at verða eini 30-35 arbeiðspláss á nýggja virkinum, kanska meir, um tað gongur heilt gott.
Hegga roknar við, at tað verður støðugt arbeiði á virkinum.
Ætlanin er at halda fram við somu framleiðslu, sum var í virkinum frammanundan.
Tvs, at hetta var eitt flakavirkið og tað verður tað sostatt framvegis.
Stjóri í Sancy Seafood er Bogi Mortensen. Virkisleiðari á flakavirkinum verður Jens Petur Brattalíð í Porkeri.
Vit spurdu eisini Hegga, hvattað er sum hevur gjørt at hann hættar sær undir fiskaarbeiði á landi.
Tað mangla arbeiðsplás í Vági í ólukkumát. Og eg helt, at vit skuldu royna eftirsum vit fingu eitt so frægt projekt
Og eg haldi, at vit hava eitt so mikið gott projekt, at tað skal ganga sera illa, um tað ikki kemur at ganga.
Men hinvegin, táið vit keyptu Sancy, lovaði eg, at eg skuldi eisini skapa arbeiðspláss á landi.
Og tað lyfti havi eg nú hildið, hóast tað skuldi ganga fýra ár, leggur hann afturat.