Hóast stutt er liðið út á árið og súkkluvenjingin so dánt er byrjað, hevur Team Rynkeby longu savnað inn hálva millión til krabbameinsrakt børn og familjur teirra.
- Vit merkja eina øgiliga vælvild mótvegis sakini, sigur Aksel Haraldsen, umboð fyri Team Rynkeby við Sosialin.
Tey bæði undanfarnu árini hevur innsavningin hjá Team Rynkeby táttað í eina millión hvørt ár, 945.000 í 2014 og 970.000 í 2015. Nú vit skrivað februar, er ársins upphædd komin upp á 500.000 krónur, og tá eru inntøkurnar frá galladøgurðanum, sum verður næsta leygardag, ikki taldar við.
- Tað eru inntøkurnar av búmerkjunum á okkara búnum, sum hava givið okkum 500.000 krónur longu nú, sigur Aksel Haraldsen.
Les meiri um Team Rynkeby í Sosialinum, sum varð borin út í hvørt heim í dag.