Atlantic Airways hevur beinleiðis lovað at knúsa Faroe Jet.
Hetta avdúkaði nevndarformaðurin á Faroe Jet á landsfundi Fólkafloksins leygardagin.
Knút Lútzen gav fundinum eina drúgva frágreiðing um støðuna ímillum teir báaðr kappingarneytarnar í luftini, Faroe Jet og Atlantic Airways og serliga fanst hann hvassliga at Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum, fyri ikki at taka neyðug stig, so at Faroe Jet kundi yvirliva.
Og hann gjørdi eisini greitt, at skuldi Faroe Jet yvirliva, skuldi okkurt henda.
Hann upplýsti fyri teimum 60 áhoyrarunum, at nú var ikki nógv eftir av teimum 25 milliónunum, sum Faroe Jet hevði á kistubotninum, tá ið teir byrjaðu og at tað mátti okkurt henda her og nú.
- Hendir onki her og nú, hava vit aftur monopol á rutuni, segði hann.
Hava lovað at knúsa okkum
Men hann vísti eisini á, at noyðist Faroe Jet at gevast, hevur Atlantsflog fingið sín vilja.
Hann staðfesti, at tað var eitt miðvíst mál hjá Atlantsflog at knúsa Faroe Jet.
- Tað hevur marknaðarleiðarin í Atlantsflogi, Kent Christensen beinleiðis gjørt greitt fyri stjóranum og einum starvsfólki í Faroe Jet, fortaldi Knút Lútzen á landsfundinum.
”Jeg har en mission, det er at knuse Faroe Jet. Vi mister mange penge nu, i mister mange penge, vores kasse er større en jeres. Når i går nedenom og hjem, så lukker vi hullet og så tjener vi pengene ind igen og så er der ikke nogen anden der tør starte op igen.”
Sambært Knút Lútzen, nevndarforman í Faroe Jet, er hetta orðarætt tað, sum marknaðarleiðarin í Atlantic Airways hevur sagt við stjóran og og eitt starvsfólk í Faroe Jet.
Faroe Jet gjørdi sostatt ikki mætari enn at boðað Vinnumálaráðnum frá framferðini hjá Atlantsflogi.
Bjarni Djurholm gjørdi púra greitt, at hann tók hetta í størsta álvara.
- At knúsa ein kappingarneyta, er ikki ein politikkur, sum eitt alment partafelag skal standa fyri, segði hann.
Og hann gjørdi skjótt av, tí longu í gjáramorgun, var Christian Andreasen, nevndarformaður í Atlantic Airways, boðsendur á fund í vinnumálaráðnum
- Á fundinum fekk nevndarformaðurin boð um at kanna málið og er hald í skuldsetingunum ímóti Atlantsflogi, skal hann taka neyðug stig, sigur Bjarni Djurholm.
Hvørji tey neyðugu stigini eru vil Bjarni Djurholm ikki siga.
- Tað mugu nevndin og stjórnin í Atlantsflogi finna út av.
Uttan fyri sømiligt mark
Bjarni Djurholm sigur, at eru tað rætt, at Atlantsflog hevur lovað at knúsa Faroe Jet, er tað stak óheppið.
- Men eg havi biðið nevndarformannin í Atlantic Airways at kanna málið, tí er hetta rætt, er tað uttanfyri alt sømiligt mark.
- Tað, sum marknaðarleiðarin í Atlantic Airways skal hava sagt við stjóran í Faroe Jet, er ikki eitt orðaval, sum kann góðtakast.
Bjarni Djurholm sigur, at nevndarformaðurin í Atlantic Airways var samdur í hesum og hann frábað sær at verða samantvinnaður við eina slíka útsøgn.
Men at Atlantic Airways hugsar soleiðis, er tað í veruleikanum ikki bara enn rættur handilsskapur?
- Nei, tað er tað ikki. Rættur handilsskapur er sunn kapping. Tað kann ikki góðtakast, at tað verður eitt endamál í sær sjálvum at beina fyri einum kappingarneyta.
- Tí havi eg biðið nevndarformannin í Atlantsflogi kanna málið, tí er hetta satt, er hetta uttanfyri alt mark, sigur Bjarni Djurholm.
Sigur lítið um skuldsetingar
Kent Christensen, nevndarformaður í Atlantsflogi, er ógvuliga fáorðaður um um uppáhaldið hjá Faroe Jet um, at hann skal hava lovað at knúsa Faroe Jet.
Hvat eg møguliga havi sagt í veitslulagi onkustaðni, havi eg ongar viðmerkingar til. Hevur Faroe Jet hug at endurgeva slíkt, má tað standa fyri teirra rokning.
Men hann leggur afturat, at hann er settur í starv hjá Atlantsflogi og hann roynir at røkja áhugamálini hjá Atlantsflogi so væl, sum tilber.
- Meiri havi eg ikki at siga um hetta.
Hevur tú hoyrt frá nevndarformanninum í Atlantsflogi um hetta málið.
- Vit arbeiða báðir fyri somu fyritøku, so vit tosa alla tíðina um tað, sum fer fram, er stutta- og einasta- svarið frá Kent Christensen.