Hava nú havt fund um Heilsudepilin í Vági

- Vit takka landsstýriskvinnuni í heilsumálum fyri ein góðan og virðiligan fund og síggja fram til eitt framhaldandi gott samstarv um at tryggja heilsutænastur í Suðuroynni frameftir

- Hovs kommuna, Porkeris kommuna, Vágs kommuna og Sumbiar kommuna hava havt ein góðan og konstruktivan fund við landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Súsannu Bertholdsen, og her løgdu vit fram ætlanina um eina útbygging av Heilsudeplinum í Vági.

 

Soleiðis siga kommunurnar í dag, og ein frásøgn frá fundinum við landsstýriskvinnuna er løgd út á heimasíðuna hjá Vágs kommunu - www.vagur.fo 

 

- Heilsudepilin í Vági er í dag ein týðandi miðdepil fyri heilsutænastur í Suðuroynni og hýsir longu fleiri tænastum, sum tæna borgarum úr øllum kommunum í Suðuroynni. Men, við veksandi krøvum um, at heilsutænastur skulu verða tættari borgarunum og lættari atkomiligar, hava kommunurnar arbeitt við einari ítøkiligari ætlan um at víðka og menna Heilsudepilin.

 

Kommunurnar vísa á, at ein grundleggjandi partur av Heilsudeplinum eru kommunulæknarnir.

 

- Í dag eru tveir fastir kommunulæknar knýttir at deplinum, men við einari útbygging verður møguleiki at hýsa upp til fýra kommunulæknum. Hetta verður mett at vera ein neyðug loysn fyri at møta framtíðar tørvin á læknaviðtalu og at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólki.

 

Kommunurnar, sum eru saman um Heilsudepilin í Vági, leggja dent á, at ein styrking av deplinum ikki bert tænir teimum, sum búgva í nærumhvørvinum, men eisini virkar til gagns fyri alla Suðuroynna við at tryggja, at heilsutænastur verða veittar á einum høgum støði - eisini uttan fyri miðstaðarøkið.

 

- Vit takka landsstýriskvinnuni fyri ein góðan og virðiligan fund og síggja fram til eitt framhaldandi gott samstarv um at tryggja heilsutænastur í Suðuroynni frameftir, siga tær fýra kommunurnar - Hovs kommuna, Porkeris kommuna, Vágs kommuna og Sumbiar kommuna - eftir fundin við landsstýriskvinnuna í heilsumálum.