Hava ongar beinleiðis ætlanir um at hjálpa fólki

Men vit meta um tørvin alla tíðina, sigur landsstýrismaðurin

Tað er ein dýr søga hjá fólki at fylla sær oljutanga, tí hesa seinastu tíðina er oljuprísurin farin til himmals. Tí hevur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, spurt Una Rasmussen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um hann hevur nakrar ætlanir um at hjálpa fólki fíggjarliga at leggja um til hitapumpu.

 

Men tað hevur landsstýrismaðurin ikki. Hann sigur, at tey, sum leggja um til hitapumpu, fáa mvg aftur. Í ár og næsta ár fáa tey alt meirvirðisgjaldið aftur, men í 2024 og 2025, fáa tey helvtina av gjaldinum aftur. Men frá 2026, fáa fólk einki mvg aftur, tá ið tey leggja um til hitapumpur.

 

Uni Rasmussen sigur, at við verandi oljuprísum loysir tað seg hjá húsarhaldum at leggja um til jarðhita, ella aðra hitapumpu, serliga tá ið tey eisini fáa mvg aftur. Men landsstýrismaðurin ásannar, at hjá summum húskjum kann tað vera ein ringt at fíggja kostnaðin av at leggja um, tí talan er um eina íløgu, sum kann verða langt yvir 100.000 krónur.  Sum oljuprísirnir eru nú, tekur tað 5 til 10 ár at vinna tað inn aftur.

 

Men landsstýrismaðurin sigur kortini, at tey meta alla tíðina um tað er neyðugt at seta aðrar skipanir í verk fyri at stuðla húsarhaldum í at leggja um til aðrar orkukeldur enn olju til at hita húsini við.