Fríggjadagin var reisigildi í Havn.
Tað var Tórshavnar Býráð, sum helt reisigildi í nýggj røktarheiminum, sum verður bygt í Tjarnargarði, sum er gamla Marinustøðin í Havn.
Talan er um eitt røktarheim til 24 fólk. Tilsamans fer røktarheimið at kosta næstan 29 milliónir krónur, men tað er eisini alt gjørd rundanum við samanbinding út til Hoyvíkstjørn og Hoyvíksvegin.
Av hesum hevur Almanna- og heilsumálaráðið játtað at betala 12 milliónir og kommunan fíggjar hinar 17 milliónirnar
Arbeiðið hevur gingið skjótt. Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at arbeiðið byrjaði 16. januar í ár, og eftir ætlan skal bygningurin handast Tórshavnar Kommunu longu 10. juli. Síðani verður mett, at fyrstu búfólkini flyta inn fyrst í september í ár.
Við tað, at nýggja røktarheimið verður sambygt við Tjarnargarð, fer at gera tað bera til hjá báðum stovnunum at hava ymsar felags hentleikar og felags hjálpartól til ergo- og fysioterapi.
Tað er Selmar Nielsen, arkitektur, sum hevur staðið fyri projekteringini og byggileiðsluni og Búsetur er høvuðsarbeiðstakari.
Heildarætlan Yviri við Strond
Heðin Mortensen sigur, at næsta stóra takið hjá Tórshavnar Kommunu, verður heildarætlanin, sum ætlanin er at fara undir Yviri við Strond.
Har er ætlanin at gera røktarheim til 24 pláss. Men har er eisini ætlanin at gera eldraíbúðir og ellisheim til eldri fólk, sum eru so nøkunlunda sjálvbjargin.
Tann byggingin verður beint við Lágargarð, so ætlanin er eisini at hava ymsar hentleikar felags við Lagargarð.
Borgarstjórin væntar, at tey fyrst fara undir røktarheimið, tí har er tørvurin størstur.
Hann sigur, at fyrireikingarnar til hesa byggingina eru byrjaðar, men um tað eydnast at seta spakan í í ár, men tað verður tætt við.