Hava roknað út hvussu nógv fólk býr í Føroyum um 40 ár

Fólkatalið er alsamt at veksa, men um 20 ár fer vøksturin at hæsa av

Um 40 ár, tað er í 2062, fara tað at búgva 59.l74 fólk í Føroyum. Tað eru 4.499 fólk fleiri enn tað búgva í Føroyum í dag, nú fólkatalið er 54.675 fólk. Hetta vísir ein framrokning hjá Hagstovuni. Tað er serliga eftir 2013, at fólkatalið fór at veksa, tí tá vóru vit 48.241 fólk í Føroyum, so hesi seinastu níggju árini, eru vit vorðin 6.434 fólk fleiri, so hesi næstu árini fer fólkatalið verri enn so at veksa líka skjótt.

 

Tað er kortini fitt av muni á, hvussu nógvir menn, og hvussu nógvar kvinnur búgva í Føroyum. Støðugt hevur tað verið so, at vit hava verið eini 1800 – 2000 fleiri menn í Føroyum enn tað hava verið kvinnur, og hendan gongdin fer at halda fram. Í 2062 fara tað sostatt at búgva 30.486 menn og 28.688 kvinnur í Føroyum, og sostatt verða vit 1.798 fleiri menn í Føroyum enn kvinnur um 40 ár.

 

Tað merkir, at í 2062 verða 51,5 prosent av føroyingum, menn og 48,5 prosent verða kvinnur. Tað er áleið tað sama, sum tað hevur verið hesi seinastu árini. Men verður farið eitt sindur longur aftur, var munurin kortini nakað størri tí í 1985, vóru 47,7 prosent av føroyingum, kvinnur og 52,3 prosent vóru menn.