Hava slept sparingum sum raka tey sjúku børnini

Eftir øllum at døma hjálpti tað at mótmæla tí leiðslan á Landssjúkrahúsini hevur nú tikið aftur boðini um at barnadeildin á Landssjúkrahúsinum skal steingjast í vikuskiftinunum

Landssjúkrahúsið og sparingar

Ein partur av teimum illa dámdu sparingarnar á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum eru nú sleptar.
Tað varð greitt, tá ið tey gjørdu klárt at fara í vikuskifti.
Sostatt tykist tað, sum um tey nógvu mótmælini ímóti ætlaðu sparingunum á barnadeildini, hava fingið leiðsluna á Landssjúkrahúsinum at umhugsa støðuna av nýggjum og at broyta avgerðina.
Sparingarnar høvdu rakt barnadeildin serliga meint, tí meiningin var, at hon skuldi steingja hvørt vikuskifti sum til bar, tað sum er eftir í árinum.
Ístaðin skuldu børnini, sum vóru innløgd, flytast á aðrar deildir, og móttøkan skuldi samsskipast við bráfeingis deildini í nýggja G-bygninginum.
Har eru umstøðurnar ikki eru gjørdar til serliga tørvin, sum børn hava, tí har eru ikki tær barnavinarligu umstøðurnar, sum eru á barnadeildini, við spælistovu og leikum og har roynt verður at gera umstøðurnar so heimligar sum gjørligt. Og har eru heldur ikki starvsfólkini á barnadeildini, sum hava áralangar royndir í at nettupp at eygleiða børn og annars at vera um sjúk børn og teirra foreldur við tí serliga tørvi tey hava.
Í G-bygninginum eru eisini ógvuliga avmarkaðir møguleikar at lata foreldur liggja inni við børnunum.
Men meinast hevði hetta kanska rakt tey børn, sum hava opnan innleggingarseðil.Tað merkir, at tey hava sjúku ella brek, sum ger, at tey hava havafyri neyðini at koma beinleiðis á barnadeildina, uttanum vanligu skipanina.
Her er talan um fjølbrekað børn og um børn við serligum sjúkum, sum ger, tað er neyðugt hjá teimum at koma á barnadeildina við stuttum skotbrái.
 So samanumtikið hevði tað verið eitt afturstig fyri barnasjúkrarøktina, at stongt barnadeildina í vikuskiftunum, sigur Joan Olsen, álitisfólk á barnadeildini
 Í G- bygninginum er bara eitt rúm við plássi til fleiri sengur. men børn eru í ymsum aldri og tey hava ymsar sjúkur og tað tað er ikki altíð hóskandi at hava tey á eini blandaðari stovu.

Opin sum vanligt
Sparingarnar skuldi setast í verk fyri at spara pening so at Landssjúkrahúsið kann halda játtanina.
Eftir ætlan skuldu ætlaðu sparitiltøkini á Landssjúkrahúsinum setast í verk frá 1. september at rokna, tað var hósdagin og vikuskiftið, sum júst er farið afturum, skuldi vera tað fyrsta, har barnadeildin varð stongd.
Men Barnadeildin varð ikki stongd og har gekk arbeiðið sum vant.
Orsøkin til tað er, at leiðslan hevur givið deildini boð um, at fyribils verður hesin parturin av sparitiltakinum sleptur.
Fyribils verður barnadeildin sostatt altíð opin sum vant.
Ìstaðin fyri hevur leiðslan á Landssjúkrahúsinum tikið undir við einum uppskoti frá starvsfólkinum á deildini um at seta aðrar sparingar í verk.
Tað verður gjørt við at umleggja vaktir.
Úrslitið er sostatt, at hereftir verður bara ein sjúkrasystir á vakt um kvøldarnar og um næturnar í vikuskiftunum. Tó skal ein onnur hava tilkallivakt, so at tað altíð skal bera til at fáa tvær sjúkrasystrar á deildina, verður tað neyðugt og nógv er at gera.
Annars hevur skipanin verið, at tvær sjúkrasystrar á vakt um kvøldið og um næturnar.
 Vísir tað seg, at hesar umleggingarnar spara Landssjúkrahúsinum pening, verður hetta støðan alt árið. Vísir tað seg ikki, at nakað verður spart, verður støðan viðgjørt av nýggjum, tí vit hava fingið greið boð um, at sparingar skulu finnast, sigur álitisfólkið.
Á Landssjúkrahúsinum verður sagt, at hetta er ein stórur lætti, tí tað hevði verið eitt afturstig í tænastuni at latið barnadeildina aftur um vikuskifti.
- Serliga hevði tað verið eitt afturstig fyri tey børn, sum hava opnan innleggingarseðil og tey eru nokk so nógv í tali. Og so eru tað sjálvsagt tey, sum verða innløgd akutt, heldur Joan Olsen.
 Hetta er ein stór trygd hjá sjúkum børnum og teirra foreldrum, leggur hon afturat.