Hóast Ungarn júst er afturkomið frá einum frálíkum EM-endaspæli, so hava veddingarfyritøkurnar kring heimin kortini ikki gjørt Ungarn til eins stóran favoritt í kvøld, sum tá ið Ungarn vitjaði á Tórsvølli fyri tveimum árum síðani og vann 1-0.
91 veddingarfyritøkur bjóða odds upp á dystin í kvøld. Miðaloddsið upp á Føroyar er 7,79. Tað merkir tað sama sum, at veddingarfyritøkurnar meta tað vera umleið 13% møguleiki fyri einum føroyskum sigri.
Miðaloddsið upp á ein javnleik er 4,54, og í sannlíkindum gevur tað 22%. Rokna vit oddsini upp á føroyskan sigur og ein javnleik saman, so meta veddingarfyritøkurnar, at tað er 35% møguleiki fyri at Føroyar fáa stig í kvøld.
Hægsta oddsið upp á føroyskan sigur eigur MarathonBet. Har fæst odds 9,60. Hægsta odds upp á javnleik er at fáa hjá 1xBet, nevniliga 5,00, meðan BetAdonis við odds 1,48 hevur hægsta odds upp á ungarskan sigur.
Dysturin ímillum Føroyar og Ungarn verður á Tórsvølli í kvøld kl.19.45. Rás2 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum, meðan in.fo hevur beinleiðis tekstafrásøgn.