Trupulleikin, sum elvdi til, at streymurin er farin, er størri enn SEV hevði væntað.
Finn Jakobsen hjá SEV sigur, at støðan er tann, at yvirtromin er farin av Vinnuháskúlanum og hevur brotið eina mastur hjá SEV og hevur skrætt høvuðslinjuna til Havnina niður.
Linjan liggur á vegnum og tí hevur løgreglan avbyrgt ein part av Ringvegnum frá Varðagøtu til Villingardalsvegin.
Finn Jakobsen heitir sostatt eisini á fólk um at halda seg burtur haðani.
Hann sigur, at nú verður arbeitt við at fáa alt í rættlag aftur, men tað gongur ein løta til Havnin fær streymin aftur.
Men eftir ætlan fær Havnin streymin aftur í kvøld
Kring landið er streymurin annars so smátt við at koma aftur, men Finn Jakobsen væntar, at streymslit fara at vera til hann hevur makað vindin.
Støðan er tann, at vindurin er so nógvur, at linjurnar bresta saman og so hendir eitt skammlop og motorarnir slókna.
Tað tekur so eina løtu at starta teir aftur.
Les eisini: Stórur partur av landinum mist streymin
|