Hava stovnað bileigarafelag

Føroya Bil-eigarafelag hevði stovnandi aðalfund týsdagin 22. februar.

 

Nevndin í felagnum er vald og hevur skipað seg.

Michael Koba er formaður, Høgni Heinesen, næstformaður, og Hugo Skorastein, kassameistari. 

Tiltakslimir eru Ragnar Joensen og Fríðrikur Bláhamar.

Felagið fer at arbeiða fyri sínar limir, soleiðis at bil-eigarar verða hoyrdir í viðkomandi málum.

Felagið fer í mest møguligan mun at samstarva við myndugleikar og felagsskapir. Somuleiðis fer felagið at virka fyri betri prísum og avsláttri til limirnar. 

Haraftrat fer felagið at hjálpa limum sínum, tá tað snýr seg um verkstaðsspurningar, tryggingarfeløg og o.a. spurningar.