Hava uppfunnið ítróttargreinarnar - men vinna sjáldan

Onglendingar hava uppfunnið rugby, tennis, badminton, cricket, borðtennis og fótbólt, men vinna ikki

Enska sjálvsfatanin innan ítrótt er risastór. Til deils kan ein skilja hesa sjálvsfatanina, tí onglendingar hava givið heiminum nógvar ítróttargreinar.

 

Onglendingar hava m.a. funnið uppá fótbólt, tennis, badminton, borðtennis, rugby og cricket sum, ið hvussu er í stórum pørtum av heiminum eru væl umtóktar ítróttargreinar.

 

Og í Onglandi er tað umaftur og umaftur eitt stórt vónbrot, at landið sum hevur funnið uppá ávísu ítróttina ikki kann vinna, ella sjáldan vinnur nakað. Á útvarpsrásini BBC 5 Live ringja enskir lurtarar ofta inn, og kunnu ikki "skilja", at Ongland ikki vinnur nakað í ítróttargreinum onglendingar hava funnið uppá.

 

Í fótbólti hevur Ongland bara vunnið eina ferð. Tað var á tá Ongland hevði heimavøll í HM-endaspælinum í 1966. Tað er so langt síðani, at flestu okkara vóru ikki á døgum tá.

 

Mest prestisjufulla kappingin í tennisheiminum er Wimbledon-kappingini í London. Seinast ein onglendingur vann einmansleikin hjá monnum, ið søguliga er tann mest prestisjufulla kappingin var í tí Harrans ári, 1936. Tá vann Fred Perry kappingina. 82 ár eru farin, og eingin onglendingur hevur vunnið kappingina aftur.

 

Mest prestisjufulla kappingin í badmintonheiminum er enska All-England kappingin. Ein kann siga, at All England er svarið hjá badminton-ítróttini uppá Wimbledon. Síðani Ralph Nichols vann kappingina í 1938 hevur eingin onglendingur vunnið kappingina. 

 

"Bíðitíðin" hjá onglendingum í borðtennis er nakað styttri. Seinast ein onglendingar gjørdist heimsmeistari í einmansleiki í borðtennis var í 1951, tá Johnny Leach gjørdist heimsmeistari.

 

Cricket hevur síðani 1787 verið ítróttin hjá yvirstættuni í Onglandi, men Ongland hevur enn ikki vunnið heimsmeistaraskapið í cricket. Seinast Ongland var í HM-finaluni var í 1992, tá teir taptu ímóti Pakistan.

 

Frægast er í rugby. Onglendingar skulu "bara" 15 ár aftur í tíðina fyri at finna størstu løtuna í ensku rugby-søguni. Ongland vann HM í rugby sum var í Avstralia í 2003. Ongland vann 20-17 á Avstralia í finaluni. Seinastu tvær ferðirnar hevur lítla tjóðin, Ný Sæland vunnið HM í rugby.

 

Bíðitíðin hjá onglendingum at vinna nakað í ítróttum teir sjálvir hava funnið uppá er tí merkiliga drúgv má ein staðfesta. Kortini tykist enska sjálvsfatanin ikki at minka, tá ein hoyrir onglendingar ringja inn til BBC 5 Live. 

 

Til samanberingar hevur lítla tjóðin, Kroatia sum bara hevur verið sjálvstøðug ítróttartjóð í 27 ár vunnið OL-gull og HM-gull í bæði hondbólti og vatnpolo, og hevur haraftrat vunnið OL-silvur í kurvabólti, umframt HM-silvur og HM-bronsu í fótbólti.