Hávard Vatnhamar gjørdist nummar 10

2 tímar 58 minuttir og 27 sekund tók tað Hávardi Vatnhamar at koma á mál, tá hann ranna marathon í Tokyio í nátt.

Hann gjørdist nummar 10 av 12 rennarum.

Hann hevði sett sær sum mál at klára at renna teinin upp á undir 2 tímar og 57 minuttir – men tað gekk akkurát ikki, tó at tað var sera tætt við. 2 tímar 58 minuttir og 27 sekund er besta tíðin hjá Hávardi, sum stutt fyri mál yvirhálaði ein annan luttakara, so hann gjørdist nummar 10.

Hávard Vatnhamar er einasta umboð úr Føroyum á paraolympisku leikunum í Tokyo.

##med2##

 

##med3##