Tað var meiri spennandi, enn tað helst varð roknað við frammanundan, og kappingin kom aðra staðni frá, enn tað varð roknað við.
Men tá ið fasittið varð uppgjørt, var tað enn eina ferð Havfrúgvin úr Vestmanna, sum var fyrst um málstrikuna í kappingini millum 5-mannafør kvinnur. Undanfarnu ferðirnar hevur tað verið Falkur úr Hósvík, sum hevur bjóðað teimum úr Vestmanna av.
Í startspurtinum var tað einki, sum bendi á, at Teistin av Argjum skuldi vera við í kappingini um sigurin. Teistin datt beinanvegin tað mesta av einari bátslongd aftur um hinar bátarnar, sum eftir startspurtin vóru rættuliga javnir.
Tá ið Havfrúgvin stakk seg framum Ørnina, Falkin og Tjaldrið var alt, sum tað plagar at vera. Men so fór Teistin orduliga at gera um seg. Fyrst tók Teistin Tjaldrið, Ørnina og Tjaldrið, og so setti Teistin eftir Havfrúnni. Tað eydnaðist eina løtu Teistanum at leggja seg framum, men á síðstu hundrað metrunum búði mest í teimum úr Vestmanna, sum runnu ein stóran skut framum Teistan, og sum harvið vunnu fyri fjórðu ferð av fýra í hesum kappingarárinum.
1 Havfrúgvin 05:33.11
2 Teistin 05:34.12
3 Ørnin 05:36.23
4 Falkur 05:38.16
5 Tjaldrið 05:40.13
Støðan
1 Havfrúgvin 28
2 Teistin 22
3 Falkur 19
4 Ørnin 18
5 Tjaldrið 13
6 Drekin 2
7 Hvassi 1