- Tað nýtist eingin Havstova at fortelja okkum, at nú sær kanska eitt sindur betur út við toskastovninum.
Soleiðis skrivar Janus Knudsen, trolbátareiðari, á sínum Facebook-vanga í dag.
Saman við nøkrum reglum, viðheftir hann eina sera áhugaverda mynd.
Myndin vísir, at havið, har trolbáturin hevur hálað, er fult av nebbasild, sum hongur uppi í trolinum.
- Tá náttúran sendir okkum tekin, sum hesi, vit síggja á myndini - ja, so vita vit, at nú er og verður nógvur fiskur.
Janus Knudsen heldur tað vera sera harmiligt, at trolbátarnir bara fáa eitt lítið frímerki at royna á, sum hann tekur til.
- Sera harmiligt, at vit og aðrir ikki sleppa at fiska á størri øki og fáa stór virðir til lands, sum gagna øllum samfelagnum.
Vit kunnu leggja aftrat, at nebbasild er høvuðsføðin hjá toski og øðrum fiskasløgum.
##med2##