Kappingin um heimsmeistaraheitið í estetiskum fimleiki fór fram í Greve Idræts Center fríggjadagin og leygardagin í farnu viku. Talan var um eitt óalment HM, har 29 lið úr 13 ymiskum londum tóku lut.
Rukku ikki finaluna
Liðini, sum tóku lut í óalmennu HM-kappingini, taldu millum 6 og 10 luttakarar. Fimleikararnir skuldu framføra eina seriu upp á umleið hálvantriðja minutt.
Fríggjdagin var innleiðani umfarið, har 10 lið skuldu vinna sær rætt at taka lut í finaluumfarinum, sum var dagin eftir.
Tað var væntandi, at Havnar Fimleikafelag fór at standa seg best av teimum føroysku liðunum. Liðið hjá Havnar Fimleikafelag gjørdist føroyameistari fyrr í ár, men hini bæði liðini úr ávíkavist Ljósinum og Støkk kundu, um tey raktu dagin, eisini gera ein vørr.
Tað gekk eisini væl hjá føroysku liðunum við teirra framførslum fríggjadagin, men tó restaði nakað í, áðrenn tey nærkaðust einum sessi í finaluni dagin eftir.
Havnar Fimleikafelag stóð seg best av teimum trimum føroysku liðunum, og liðið fekk karakterin 12,15, ið var nóg mikið til eitt 22. pláss.
Ljósið og Støkk vóru rættuliga jøvn. Ljósið fekk 10,65 stig og gjørdist nummar 26, meðan Støkk fekk 10,10 stig og gjørdist nummar 27 av teimum 29 liðunum,, ið tóku lut í HM-kappingini.
Best í kongaríkinum
Sum skilst vóru føroysku liðini væl nøgd við síni avrik, og ikki minst hjá Havnar Fimleikafelag var nakað at fegnast um. Liðið endaði nevnliga framman fyri besta danska liðið úr Greve, og tískil gjørdust føroyameistararnir bestar í danska kongaríkinum.
At eitt føroyskt lið endar fremst av liðunum innan ríkisfelagsskapin í einari kapping í estetiskum fimleiki, er eitt megnaravrik, tí estitiskur fimleikur er eitt púra nýtt fyribrigdi í Føroyum, og føroysku fimleikararnir hava bert vant hetta slag av fimleiki í eitt heilt stutt tíðarskeið.
Eftir FM-kappingina her heima fyrr í ár, vóru tað eisini fleiri innan fimleikin, ið vildu verða við, at dømingin hevði verið ivasom, og sum tískil settu spurnartekin við, um Havnar Fimleikafelag var rætti føroyameistarin.
Hetta er nakað, ið hevur plágað tær í HF síðani, og tí høvdu tær við spenningi sæð fram til kappingina í Greve, har tær við altjóða dómarum fingu høvi at prógva, at tær vóru besta føroyska liðið í løtuni. Tað gjørdu tær so dyggiliga, og harvið má staðfestast, at allur ivi um rætta føroyameistaran er skúgvaður til viks.
Russika liðið Roxett gjørdist ein greiður vinnari av HM-kappingini Í Greve. Tær fingu tilsamans 37,60 stig. Nummar tvey gjørdist Frida úr Finlandi við 36,55 stigum, meðan estiska liðið Piruett gjørdist nummar trý við 26,50 stigum. Hægsta stigatalið, ið eitt lið kundi ogna sær í HM-kappingini, var 40,00 stig.