Havnar Hornorkestur til Glasgow

Fyrst í hesum árinum fekk Havnar Hornorkestur innbjóðing til evropeisku hornorkesturkappingina, sum verður hildin í Glasgow í Skotlandi í døgunum 26. apríl til 2. mai.
Tikið varð av innbjóðingini og farið verður úr Føroyum hósdagin 29. apríl og orkestrið við fylgi, verður aftur í Føroyum mánadagin 3. mai.
Ferðalagið telur 41 fólk, og 34 spælarar eru í orkestrinum.