Nógv rok hevur verið í Havnar Róðrarfelag seinastu tíðina. Nú boðar nevndin frá, at limafundur verður fyri øllum limum og áhugaðum. - Ætlanin við limafundinum er, at nevndin kann fáa slætt borð, sigur Óli Svein Hansen, formaður
Tí hevur felagið kallað limir saman til fundar leygardagin 8. september klokkan 15.00 at greiða limunum frá, hvat er hent seinastu árini í Havnar Róðrarfelag.
Havnar Róðrarfelag hevur verið í einum fíggjarligum aldudali seinastu nógvu árini.
- Nýggja nevndin í Havnar Róðrarfelag ætlar at fáa vent gongdini, soleiðis at Havnar Róðrarfelag aftur gert eitt gott felag. Felagið hevur eina strævna tíð fyri framman, tí bæði fíggjarliga og ítróttarliga hevur bilað seinastu árini, sigur Óli Svein Hansen.
Hann sigur, at nevndin vil fyrst og fremst hava, at limirnir fáa eina heildarmynd, hvat peningur felagsins er brúktur til seinastu árini. Alt hetta tekur tíð at fyriskipa, men nú er arbeiðið við at verða liðugt.
Nógv rok hevur verið seinastu tíðina í Havnar Róðrarfelag. Tað hevur longu verið boð eftir báðum eykalimunum, tí Rúni Persson er farin úr nevndini, og Magni Nielsen hevur boðað frá, at hann er farin í farloyvi frá nevndini í eina tíð. Nýggir nevndarlimir eru sostatt Sigtór Lützen og Anna Herup Høgnesen. Sigtór róði í ár við Ørvi, og Anna róði við Sílinum. Bæði hava róð nógv ár í Havnar Róðrarfelag og vunnið bæði nógvar róðrar og harvið FM-heiti.
- Eisini fáa limirnir at vita um framtíðarætlanir hjá Havnar Róðrarfelag. Nevndin ætlar at fyrireika seg væl til róðrarárið 2008. Havnar Róðrarfelag fyllir eisini 75 ár í ár, og ætlar felagið at hava stóra veitslu 27. oktober, sigur Óli Svein Hansen, formaður í Havnar Róðrarfelag.