Svimjarar hjá Havnar Svimjifelag hava havt eina misjavna ferð í Danmark. Fyri eini góðari viku síðani fór ferðalagið til Danmarkar. Ta fyrstu vikuna vóru tey á venjingarlegu í Aalborg, har tey vitjaðu eitt vinarfelag. Við í ferðalagnum vóru 39 svimjarar og fimm leiðarar.
Rókur í Jákupsstovu er venjari hjá teimum yngru, og hann er sera væl nøgdur við venjingarleguna í Aalborg. Her vandu svimjararnir nógv, og síðani fóru tey til kappingina í Esbjerg, sum nevnist Danish International Swim Cup. Hetta er ein av heimsins størstu svimjikappingum, og teir tríggjar dagarnar, sum kappingin vardi, vórðu 798 heiðursmerki handað.
? Tað ítróttarliga hevur gingið væl, og vit hava sett fleiri bólkamet. Annars hava úrslitini verið heldur svingandi, sigur Rókur í Jákupsstovu.
Hann nevnir Helgu Djurhuus, sum fekk trý bronsumerki í 200 metur blandað, 50 metur frí og í 100 metur firvald. Hon setti eisini bólkamet í 200 metur blandað. Hanus Husgaard Eysturdal fekk somuleiðis heiðursmerki. Hann setti bólkamet í 50 metur frí og fekk silvurmerki í 100 metur blandað. Jóannes á Fløtti fekk eisini okkurt heiðursmerkið á túrinum. Tó vóru umstøðurnar at fáa góð úrslit ikki tær bestu.
Rókur sigur, at fleiri aðrir svimjarar kláraðu seg væl og settu fleiri persónlig met. Hann leggur afturat, at hesir árgangirnir eru ógvuliga væl fyri, og hann væntar sær nógv av fleiri svimjarum.
UM verður eftir ætlan í næstu viku. Kappingin skuldi verið 4. mai, men vegna verkfallið varð hon útsett, men nú skal hon avgreiðast.
Venjarin hjá Havnar Svimjifelag heldur, at um svimjararnir fáa nóg mikið av hvíld undan kappingini, kunnu teir vera ógvuliga væl fyri, tí venjingarlegan og kappingin hevur givið teimum nógv ítróttarliga.
Vánaligt fyriskipað
Nú kappingin er av, og leiðararnir skulu eftirmeta kappingina, so væntar venjarin ikki, at Havnar Svimjifelag fer aftur til hesa kappingina.
Rókur greiðir frá, at svimjararnir onkuntíð bíðaðu í 50 minuttir eftir at fáa morgunmat, og skipanin við bussunum, sum skuldu flyta tey frá bústaðinum til svimjihøllina, riggaði illa. Alt ov fáir bussar vóru tøkir til allar svimjararnar, og tí komu tey at standa í bíðirøð í fleiri tímar. Hetta hevði við sær, at tey máttu upp sera tíðliga á morgni. Í fjør fingu tey innivist stutt frá svimjihøllini, og tí var ikki neyðugt at bíða eftir bussi, men hesuferð sluppu tey ongan veg uttan við bussi.
Eisini vóru tey fyri umfatandi stuldri. Fløguspælarar, skógvar, peningur og annað varð stolið frá teimum, og tá var tað ringt at fáa góðan hýr millum svimjararnar. Harumframt vísti tað seg at vera torført at fáa drekkivatn, tí ov fáir kranar vóru at finna.
? Henda kappingin var illa fyrireikað, og tí fara vit neyvan aftur til hesa kappingina, men venjingarlegan í Aalborg gav sera nógv, sigur Rókur í Jákupsstovu.