Havnardreingir vóru bestir

5-mannafør dreingir 17 – 18 ár: Geytin var fremstur fyrra partin av róðrarteininum

Tað var øgiliga spennandi, tá ið eldru dreingirnir kappaðust á norðoyastevnu.

 

Geytin úr Eysturkommunu vann sær besta startin, og Geytin var fremstur fyrra partin av 1000 metra teininum.

 

So bjóðaði Drekin av, og í endaspurtinum var Drekin ein stóran skut undan dreingjunum úr Leirvík og Gøtu.

 

Úrslitini í dag boða frá, at dreigjamanningarnar og menninir hjá Havnar Róðrarfelag standa seg betri í ár, enn tær hava gjørt undanfarnu árini.

 

Fípan Fagra loftaði sær og fram ímóti málinum tóku teir úr Klaksvík seg ikki frítt fram, men tá var so stutt á mál, at tað bar ikki til at bjóða av í kappingini um sigurin.

 

Royndin Fríða úr Vági legði skjótt eftir startin inn. Tað vísti seg, at ein ár brotnaði.

 

 

 

1 Drekin 05.11.11

 

2 Geytin 05.12.32

 

3 Fípan Fagra 05.13.48

 

4 Teistin

 

5 Títlingur

 

Royndin Fríða legði inn