Suðurstreymoyar valdømi
Palle Henriksen, verkfrøðingur í Havn
Ja, eg haldi tað er skilagott við einum valdømi. Kommunurnar kunnu føra lokalpolitikk. Vit skulu hava landspolitikk í tingið. Men eg haldi eisini, at málið er skundað nakað nógv ígjøgnum.
--
Eivin Dam, pensionistur í Havn
Ja, eg haldi tað er fínar greiðir við einum valdømi. Og eg rokni við, at tað verður betri fyri allar Føroyar.
--
Lovisa Glerfoss, verkfrøðingur í Havn
Ja, tað er deiligt, um vit fáa eitt valdømi. Tað gevur eitt rættvísari býtið av atkvøðunum. Men eg rokni allíkavæl við, at fólk í øllum landinum fara at verða hoyrd. Tað er eisini gott, at øll sleppa at velja øll valevni.
--
Torleivur Mikkelsen, skrivstovumaður í Havn
Ja, eg gangi inn fyri einum valdømi, tí so fáa vit landspolitikk inn á ting. Kommunurnar kunnu so taka sær av lokalpolitikki.
--
Tórur Jacobsen, sjómaður úr Havn
Ja, tað er ein sjálvfylgja at vit skulu hava eitt valdømi. Føroyar eru so smáar, og eg ivist ikki í, at tá fara politikararnir at umboða alt landið og ikki bert teirra egnu øki. Men eg rokni eisini við, at flestu umboðini verða úr miðstaðarøkinum.
--
Anna Højgaard, skrivstovukvinna í Havn
Ja, eg gangi inn fyri einum valdømi. Fyrst og fremst tí, at so kunnu allir veljarar velja millum øll valevnini.
--
Kristianna Høgnesen, handilseigari í Havn
Ja, eg haldi tað er fínt við einum valdømi. So fáa vit kanska landspolitikarar. Tað skuldi verið gjørt fyri langari tíð síðani.