Havnarfólk missa 16-20 milliónir

Tórshavnar býráð góðtekur ikki framferðina hjá landsstýrinum

- Hetta góðtekur Tórshavnar Býráð ikki!

Tað er greiði boðskapurin í gjárkvøldið frá einum samdum býráði í Havn, til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum.

 

Tað er málið um at kommunurnar skulu yvirtaka eldraøkið á nýggjárinum, sum fær býráðið at ressast.

Í hesum sambandi skal ein avtala gerast ímillum landið og kommunurnar um, hvussu eldraøkið skal fíggjast.

Og tað er tað, ið liggur í kortunum í hesum sambandi, sum Tórshavnar Býráð ikki vil góðtaka,

 

Býráðið sigur, at eftir tí leisti, landsstýrið hevur skorið, verður Tórshavnar Kommuna einasta kommuna í landinum, sum ikki fær fult endurgjald frá landinum fyri útreiðslurnar av at umsita eldraøkið.

 

- Við tí fíggjarliga leisti, landsstýrið arbeiðir við, fer Tórshavnar Kommuna at fáa 16-20 milliónir minni í endurgjaldi frá landsstýrinum, enn tað, eldraøkið kostar at umsita.

 

- Og tá er bara talan um tær tænastur, sum nú eru, men samstundis hevur kommunan fingið álagt fleiri tænastur og útreiðslur í hesum sambandi.

 

Við hesum fremur landsstýrið tilvitað eina kommunala útjavning, sum kostar skattgjaldarunum í Tórshavnar Kommunu ímillum eitt hálvt og eitt heilt skattaprosent, sigur býráðið.

 

Á fundi í kvøld hevur Tórshavnar Býráð samtykt, at hendan framferðin verður ikki góðtikin.

 

Býráðið krevur hinvegin, at áðrenn eldraøkið verður yvirtikið, skal landsstýrið tryggja kommununi eina fígging úr landskassanum, sum samsvarar við tað, tænastan veruliga kostar.