Havnarfólk sum skara framúr skulu nú fáa eitt nýtt heiðurstekn

Tórshavnar Býráð fer nú at gera eitt nýtt heiðurstekin til fólk, sum skara framúr

Tórshavnar Býráð skal nú hava eitt serligt heiðurstekn til fólk, sum skara fram úr. Heiðursteknið, sum fær heitið »Heiðurstekin Tórshavnar Býráðs« skal latast starvsfólki, ið hava verið í tænastu hjá Tórshavnar kommunu í 30 ella 40 ár. Tað skal eisini latast øðrum fólkum ið hava sýnt eitt serligt  hegni, sum hava laðað týðandi varðar eftir seg á lívsleiðini, sum tey siga.

 

Starvsfólk, sum hava arbeitt í 30 ár, fáa  silvurheiðurstekn Tórshavnar býráðs, og tey, sum hava verið í starvi í 40 ár, skulu fáa gullheiðurstekn Tórshavnar býráðs. Tey, sum, sum á ein serligan hátt, hava slóðað fyri, og hava verið góðar fyrimyndir hjá øðrum, kunnu fáa gullheiðurstekn Tórshavnar býráðs.

 

Saman við heiðurstekninum fáa tey eitt heiðursbræv sum lýsir, hví heiðurin verður latin. Sjálvt heiðursteknið er eitt runt merki við búmerkinum hjá Tórshavnar kommunu, og við áskriftini »Heiðurstekin Tórshavnar Býráðs«. Heiðursteknið verður knýtt í eitt klædnastykki í hvítum, reyðum og bláum, sum eru teir føroysku litirnir.

 

Fíggjarnevndin hjá býráðnum hevur viðgjørt málið og tekur undir við hesum – men tey mæla býráðnum til at samtykkja, at eisini býráðslimir, og borgarstjórar, skulu fáa heiðursmerkið, tá ið tey hava hava virkað nóg leingi, og nú skal býráðið so taka støðu til málið.