Havnarhugni bjóðar til fund saman við borgaralista

Felagið Havnarhugni bjóðar til borgarfund. Eitt punkt á skránni er borgaralistin hjá Jóhan E. Simonsen

– Havnar hugni bjóðar øllum til borgarafund, nú valið er í hondum.

Tað skrivar felagið í tíðindaskrivi í kvøld.

Borgarafundurin verður í KFUM mikukvøldið 2. oktober kl. 19.30

Á skránni er:

•    Varðveiting av húsum – Jórunn Reginsdóttir 

•    Byggisamtyktir og byggilóg – Jóannes Dalsgaard

•    Kloakk og dagføring av kloakkskipanini –

•    Michael Jacobæus, John Dalsgarð og Ronald Poulsen

•    Fyrisitingaretikkur – sakførari

•    Borgaralisti – Jóhan E. Simonsen 

•    Ymiskt

Eingin politikari ella umboð fyri politiskan flokk er á skránni til fundin, uttan Jóhan E. Simonsen, sum hevur boðað frá, at hann fer at stilla upp ein borgaralista, har hann verður eitt av valevnunum. Tað ger hann, tí hann er so misnøgdur við býráðið í Havn, sum hann sigur seg ikki fáa á tal.

Havnarhugni skrivar í tíðindaskrivinum, at endamálið við Havnar hugna er at virka fyri borgaraluttøku og trivnaði í miðbýnum í Havn og stuðla upp undir tað góða, sum longu er her. Málið er eisini at fáa meira opinleika og kunnleika um tað, sum kommunan hevur ætlanir um at gera og sum hevur ávirkan á umhvørvi, íbúgvar og trivnaðin.