Umframt dystin á Skála millum StÍF og VÍF, so vóru eisini tveir aðrir dystir á skránni í Atlantic Airways deildini í vikuskiftinum. Í kollafirði tók KÍF ímóti Neistanum, meðan H71 vitjaði hjá Kyndli á Hálsi.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$17 dýrir minuttir hjá KÍF
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Leygardagin vitjaði Neistin hjá KÍF í Kollafirði. Hesi bæði liðini høvdu tapt teirra fyrsta dyst, og tí var týdningarmikið hjá báðum at vinna dystin henda dagin.
Liðini vóru eisini jøvn fyrstu løtuna, og tað sást, at bæði vildu hava stigini. KÍF legði heldur bragdligari fyri og førdi fyrstu løtuna. So kom Neistin tó betur við í dystin, og eitt skifti førdu teir 7-4. Hetta var tó bert ta eina ferðina, og tá 10 minuttir restaðu í fyrra hálvleiki vóru bert tvey mál á muni, og tað var Neistin, sum førdi.
So stóð fullkomiliga fast hjá kollfirðingum. Frá støðuni 11-9 økti Neistin um leiðsluna, og tá farið var til hálvleiks, var støðan heili 17-9. Hesa føringina útbygdi neistaliðið fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, soleiðis at støðan eftir seks minuttum var heili 20-9 til Neistan. Hesa løtuna hevði KÍF ikki skora í heili 17 minuttir.
Hetta vildu kollfirðingar tó ikki hava sitandi á sær, og næstu løtuna minkaðu teir um munin niður í seks mál. Her brendu teir eitt brotskast, og vóru sera óhepnir ikki at minka enn meir um munin. Tað bleiv tó við hesi seks málini, og spekuliga byrjaðu neistamenn aftur at økja um leiðsluna. Teir øktu við nøkrum málum síðstu løtuna, og endaliga úrslitið gjørdist 30-20 til Neistan.
Nú er Neistin so komi á stigatalvuna, og tað við lít. Ein 10 mála sigur talar fyri seg, og teir vóru eisini væl betri enn KÍF henda dagin. Vit fara at síggja nógv meir til Neistan hetta kappingarárið, og um teir halda fast um hesa gongdina, so kunnu teir lættliga enda millum trý tey ovast. Hjá kollfirðingum sær hinvegin ikki so gott út. Um teir skulu gera sær vónir um at enda í medaljunum, so mugu teir taka annað skinn um bak.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Meistararnir fingu fyrsta sigurin
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Ein annar dystur var eisini á skránni í Atlantic Airways deildini sunnudagin. Her tók Kyndil ímóti H71, sum í fyrsta umfarinum hevði tikið øll á bóli, tó teir vunnu tryggan sigur á KÍF.
Aftur henda dagin vístu ungu hoyvíkingarnir gott spæl, og teir góðu meistarunum harða mótstøðu.
Í fyrra hálvleiki førdi H71 næstan allan vegin, og tá 20 minuttir vóru farnir var støðan 11-9 til H71. So komu meistararnir betur við í dystin, og síðstu løtuna av fyrra hálvleiki fingu teir bart seg fram um H71, soleiðis at hálvleiksstøðan var 16-14 til Kyndil.
Í seinna hálvleiki fekk H71 aftur eina betri byrjan, og teir løgdu seg eisini tíðliga á odda. So valdi Kyndil at senda Dia á Lava í málið, og ungi málverjin tók veruliga broddin av H71. Ferð aftaná ferð bjargaði hann skotroyndum frá H71, og hetta gjørdi, at Kyndil spekuliga økti um leiðsluna. Tá knapt korter var farið av seinna hálvleiki, var støðan 24-19 til Kyndil, og hesa leiðslu megnaðu teir at varðveita restina av dystinum.
Sjálvt um hoyvíkingar royndu at kempa seg inn aftur í dystin, so vóru kyndarnir ov sterkir, og endaliga úrslitið gjørdist 36-31 til Kyndil.
Sigurin var sum heild uppiborin, og kyndlamenninir eru nú komnir upp á stigatalvuna. Tað var serliga ein vælleikandi Dia á Lava, sum gjørdi munin henda dagin, men eisini Ragnar Stakksund á høgri vongi vísti stórspæl við sínum átta málum. Hann megnaði næstan hvørja ferð at snýta Levi í H71-málium, og tað er gott tekin fyri vongin, sum síðsta árið hevur havt afturvendandi skaða í økslina.
Hoyvíkingar kunnu eisini vera nøgdir við sín innsats. Sjálvt um teir taptu, so vístu ungu leikararnir gott spæl, og teir vóru serliga sterkir í skjótálopunum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Málskjúttar KÍF:
Damir Oros 6, Jóan Pauli Olsen 4, Karl Johan Djurhuus 3, Daniel Rapa 3, Rógvi Weihe 2, Mirko Milinkovic 1, Súni Davidsen 1
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Útvísingar KÍF: 4
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Málskjúttar Neistin:
Blagoje Buha 12, Áki Mørk 4, Yougosla Dumic 4, Helgi Mikkelsen 4, Dann Thorleifsson 2, Roar Dalsgarð 2, Tróndur Kragesten 2
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Útvísingar Neistin: 6
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Málskjúttar Kyndil:
Ragnar Stakksund 8, Rókur Akralíð 8, Hjalti M. Jacobsen 6, Hans Áki Dal Christiansen 4, Hanus H. Johansen 4, Janus Einar Sørensen 3, Kenn Zachariasen 2, Brian V. Poulsen 1
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Útvísingar Kyndil: 4
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Málskjúttar H71:
Niels Viggo Niclasen 10, Esbern Patursson 8, Dánjal Tórgarð 5, Poul K. Dam 3, Gunnar Bláberg 2, Christian Eli Zachariasen 1, Magnus D. Olesen 1, Tróndur Vatnhamar 1
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Útvísingar H71: 3