Havnarmenn sleikja sárini

Serliga fyri B36 er talan um lagnudyst, tá seinna lokaluppgerðin verður mánakvøldið

Orsaka av luttøkuni í Europa Cup hevur FSF givið loyvi til, at grannauppgerðin ímillum tey bæði havnarliðini er flutt, so hon ikki verður avgjørd fyrrenn mánakvøldið.

Felags fyri bæði liðini er, at tey í hesari vikuni eru send út úr Europa Cup, og tað er einki at liggja omaná, at serliga hjá HB var vónbrotið stórt yvir eyðmýkjandi 4-0 tapið, sum hevði við sær, at 2-0 sigurin á heimavølli verður nógv minni týdningarmikil, enn hann annars hevði verið.

Fyrstu royndina at vaska Europa Cup tapini burtur gjørdu teir í B36 ólavsøkudag, tá teir spældu steypadyst ímóti KÍ. B36 vann 2-1, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 1-1. Jákup á Borg og Tomislav Sivic skoraðu fyri B36, sum skifti nógv út.

Okkum kunnugt er Carl H. Høgnesen einasti spælarin, sum hevur skaða at dragast við, og burtursæð frá Tomislav Sivic er eingin annar spælari leikbannaður.

Hjá HB er alt fólkið tókt, og eingin er leikbannaður. Í fyrsta umfarinum vann HB 1-0.

Dysturin hesa ferð er sannur lagnudystur fyri B36. Um teir tapa, so er longu so at siga greitt, at teirra leiklutur í kappingini um at røkka millum tey fremstu og harvið vinna rættin til europeiska luttøku komandi ár, verður liðugur. Um teir vinna uppgerðina, sum vit kunnu siga snýr seg um seks stig, so eru teir við í kappingini, og spenningurin í toppinum verður varðveittur.

jh