Klaksvíkingar kláraðu ikki at koppa havnarmonnum á hesum sinni. Havnin vann nevnliga 2,5-1,5.
Rani Nolsøe og Carl Eli Nolsøe Samuelsen leiktu javnleik á fyrsta borði. Carl Eli fór eftir einum kvaliteti í byrjanarspælinum og var nærum revsaður fyri sín ágang, men Rani fann ikki besta leik. Rani fekk tó pressa Carl Eli so mikið, at hann helt støðuna til javnleiks.
Talvið hesa vikuna millum Ólavur Simonsen og Haldur S. Johansen varð eitt rættuligt blóðbað. Ólavur herjaði á Haldur, og hesin fekk aldrin fóta sær. Ólavur vann sannførandi.
Herluf Hansen úr Havn tykist ikki til at steðga. Hann hevur vunnið øll seks talvini í ár, og hesaferð varð tað Steintór Rasmussen sum stóð fyri skotum. Talvið hekk í leysari luft leingi, men Herluf fekk sett eitt álop í gongd og Steintór kendi seg noyddan at geva ein kvalitet. Eftir hetta vann Herluf trygt.
Suni Merkistein úr Havn og Tummas M. Athoniussen telvaðu á fjórða borði. Eftir at hava staðið verri alt talvið vann Suni. Tummas telvaði væl í byrjanarspælinum og miðspælinum, men tá endaspælið nærkaði seg gjørdi hann ein avgerandi feil, sum viðførdi at hann misti rók fyri riddara. Tummas gavst stutt aftaná.
Stórsigur
Toftamenn fingu av at vita frá hvalvíkingum hetta vikuskifti. Heili 3,5-0,5 vunnu hvalvíkingar.
Jens Kristian Hansen úr Toftum tapti heldur óvæntað móti Martini Brekká. Martin kom at standa væl beinanvegin við hvíta fólkinum, fekk frítt spæl og vann leikandi lætt. Talvið vardi bert 23 leikir.
Á øðrum borði vann Finnbjørn Zachariassen úr Hvalvík eitt langt talv móti Helga Joensen. Finnbjørn fekk finnu meir, men yvir hálvfjers leikir skuldi til áðrenn hann umsíðir vann.
Á triðja borði vann Gunnar Joensen úr Hvalvík móti Wenzeli Højgaard. Gunnar vann heldur lættliga, og at enda fekk hann mann frá Wenzeli.
Álitið hjá toftamonnum í ár hevur verið veteranurin Jústines Hansen. Hann hevur ikki tapt í ár, og móti Bergi Magnussen bleiv tað til eitt hálvt stig. Jústines stóð annars betur, hevði finnu meir, men lukkaði sjálvur støðuna av og talvið endaði javnt.
Kollfirðingar ota seg fram
Eftir at kollfirðingar vunnu 2,5-1,5 móti sandavágsmonnum eru teir úr Sandavági dottnir niður á aftasta pláss, meðan kollfirðingar hinvegin spakuliga ota seg fram.
Bernhard Thomsen sum ikki hevur verið við í ár, leikti javnt móti Torkili Nielsen. Torkil fekk kvalitet, men Berhard fekk harafturímóti álop. Tað endaði við, at Berhard tók sær ævigt skák.
Hans Kristian Simonsen úr Kollafirði vann aftur hetta vikuskifti, hesaferð móti Berhardi Augustinussen. Berhard stóð passivt alt talvið, men Hans Kristian hevði einki beinleiðis avgerandi. Móti endanum setti Berhard ein mann beint í deyða, og so varð tað talvið avgjørt.
Á triðja borði leikti Karl Louis Johannesen úr Kollafirði og Heri Christoffersen javnleik. Karl Louis stóð eitt sindur aktivari, men støðan var so mikið lukkað at tað ikki loysti seg hjá hvørgum at telva víðari.
Jógvan Martin Joensen og Dánjal Haraldsen leiktu eitt rokut talv á fjórða borði. Báðir fingu frúgv upp og Jógvan Martin mátti taka ævigt skák.
Støðan í 1. deild:
Havnin 19
Klaksvík 16,5
Hvalvík 11,5
Toftir 8,5
Kollafj. 8,5
Sandavág 8
Sera javnt er í botninum, og í næstu viku verður botngýsari millum Sandavág og Toftir. Klaksvíkingar fáa kollfirðingar á vitjan, og havnarmenn taka ímóti hvalvíkingum. Spurningurin er um hvalvíkingar kunnu gera nakað við oddaliðið úr Havnini.
2. deild
Báðir dystirnir í aðru deild hetta vikuskifti endaði javnir. Klaksvíkingar vitjaðu Vestmenningar og fingu eitt gott úrslit norður við aftur.
John Rødgaard og John Jacobsen úr Vestmanna vunnu móti ávíkavist Ingolfi Gaard og Esberni Christiansen, meðan Samson Højgaard og Jákup Andreasen úr Vestmanna tapti móti ávíkavist Rúna Dragaberg og Óla Joensen.
Eisini hetta vikuskifti fekk altjoða meistarin harða mótstøðu, hesaferð móti Ingolfi, men hann vann í eyðkendum tryggum stíli.
Innanhýsis grannauppgerð var í Havn millum Havnina 3 og Havnina 2. Og Ikki fyri at broyta tann góða felagsandan endaði dysturin 2-2. Helst ætlaðu teir á Havnini 2 at vinna dystin fyri at nærka seg vestmenningum, men ikki bleiv tað eftir teirra ynski.
Runavíkingar høvdu frí hetta vikuskifti.
Støðan í 2. deild:
Vestmanna 13,5
Havnin 2 11
Havnin 3 8,5
Klaksvík 8
Runavík 7
Leggjast skal til geyma at runavíkingar hava leikt ein dyst færri enn hini liðini, men vestmenningar sum liggja klárt á odda, kunnu teir ikki taka aftur.
3. deild
Havnin 4 strýkur avstað í triðju deild. Eisini her var innanhýsis grannauppgerð. Havnin 4 vann 2,5-1,5 móti Havnini 5. Eingin tykist at kunna steðga Havnini 4 í ár.
Í Gøtu vunnu gøtumenn 3-1 móti klaksvíkingum, og hava nú blandað seg í oddastríðið.
Vestmenningar sum eisini liggja væl framvið, høvdu fríumfar hetta vikuskifti.
Unglingar
Eingin broyting er í oddinum í unglingadeildini og tað merkir, at Klaksvík 1 liggur enn eitt hálvt stig frammanfyri Havnina 1.
Klaksvík 1 vann 4-0 móti Klaksvík 2, og Havnin 1 vann somuleiðis 4-0 móti Havnini 2.
Kollveltandi alnetisdystur
Komandi leygardag tann 22. januar klokkan 16.30 verður ein sera áhugaverdur talvdystur í netcafé Orbits í Havn.
Talan er um dyst millum telvarar her heima og útisetar. Telvað verður via alnetið, www.chessclub.com, ella icc sum flestu kenna tað. Átta mans vera á hvørjum liðið, tað vil siga átta teldur.
Liðið hjá føroyingum her heima sær soleiðis út:
1.IM John Rødgaard
2.Jens Kristian Hansen
3.Rani Nolsøe
4.Ólavur Simonsen
5.Martin Brekká
6.Carl E. N. Samuelsen
7.Martin Poulsen
8.Hans Kristian Simonsen
Sum tað sæst so eru umboð úr flestu feløgunum kring landið á liðnum.
Liðið hjá útisetum er ikki endaliga sett, men eitt er greitt; John Arni Nilssen og FM Heini Olsen verða at síggja á útisetaliðnum, so talan verður helst um sterkasta lið.
Telvað verður tvey hálvan tíma talv móti hvørjum øðrum.
Øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið í Orbits leygardagin kl. 16.30
Stuðlað tiltakinum hevur Føroya Tele.
Flóvin á ferð
Kappingin Flóvin Tór Næs hevur telvað í Spanien endaði sunnudagin. Hann tapti tað síðsta talvið móti einum altjóða meistara og endaði sostatt við 4,5 stigum av tíggju møguligum. Eftir sjeynda umfar hevði Flóvin bert 2,5 stig, men hann gjørdi tíbetur eitt gott hál móti endanum. Flóvin endaði sum nummar 72 av 123 luttakarum. Hann stendur nøkunlunda í stað í rating.
Veteranurin Lajos Portisch vann kappingina saman við einum russara. Teir fingu átta stig.
Flóvin verður verandi í Spania, tí skjótt fer hann í gongd við aðra kapping í landinum.