Havnarmenn við fimm løgum

Bólkurin »Havnarmenn« hevur í øðrum umfari latið frá sær fimm løg, sum eru tøk á flestu talgildu tónleikamiðlunum.

Bólkurin »Havnarmenn« hevur í øðrum umfari latið frá sær fimm løg, sum eru tøk á flestu talgildu tónleikamiðlunum.

 

Bólkurin »Havnarmenn« varð stovnaður í 2010, tá Sámal Lindenskov og Heini Fosaa, tóku stig til at stovna tónleikabólk innan Jazz/blues/rock – fusiónsgreinina. Báðir hava teir spælt saman áður. Fyrst í 1988-1989 við bólkinum »Drøn«, sum einamest framførdi rock/poptónleik, og seinni – 1990-1999 – við bólkinum »Hóvásták«, sum framførdi instrumentalan fusiónstónleik, sum bólkurin sjálvur skrivaði.

 

Bólkurin hevur havt skiftandi manning fyrstu tíðina, men seinastu tíðina hava Mortan Zachariassen og Eyðun Johannesen verið fastur partur av manningini.

 

Byrjanin hjá bólkinum hevur verið friðarlig. Allir í bólkinum hava dagliga yrkið innan annað enn tónleik, og tí hevur undirtónin at kalla verið »til hugna og stuttleika«. Men síðan á sumri 2013 hevur bólkurin verið meira virkin, og nakrar konsertir og framførslur hava verið.

 

Manningin í bólkinum er í dag hendan:

Sámal Lindenskov, guitar

Heini Fosaa, trummur

Mortan Zachariassen, saxofon

Eyðun Johannesen, bass

 

Og av navninum kann staðfestast, at »mennirnir« í bólkinum allir eru havnarmenn, og til felags – siga teir sjálvir, brenna teir fyri tónleiki.

 

Í juli 2013 var bólkurin í upptøkuhøli og spældi inn trý tey fyrstu løgini. Talan var um instrumentalan fussiónstónleik, sum bólkurin sjálvur hevur smíðað og lagt til rættis. Og nú í juli 2014 var bólkurin aftur í upptøkuhølunum, men hesaferð er stílurin væl øðrvísi, og eru upptøkurnar »kryddraðar« við íkasti frá gestatónleikarum og sangarum.

 

Til løgini hava millum annað Dánjal Lindarstein, Arnfríð Lútzen, Ronnie Nielsen og Sirikit Jacobsen lagt røddir til, eins og bert 12 ára gamla Vár Iversen Lindenskov hevur spælt cello á tveimum av løgunum. Umframt hesi hevur Magni W. Husgaard spælt klaver og onnur ljóðmborð á upptøkunum.

 

Løgini eru:

New Beginning

Lag: Heini Fosaa og Sámal Lindenskov Orð: Kristina Joensen

 

May

Lag: Sámal Lindenskov Orð: Kristina Joensen

 

Huldugentan

Lag: Sámal Lindenskov Orð: Sámal Lindenskov

 

Thursday

Lag: Sámal Lindenskov

 

Can’t you see

Lag: Dánial Lindarstein Orð: Dánial Lindarstein

 

Upptøurnar eru gjørdar í Studio Bloch í juli/august 2014, og hava Jonas Bloch Danielsen og Theodor Kapnas staðið fyri hesum. Tilfarið er Ljoðblandað av Jonas Bloch Danielsen, saman við Heina Fosaa og Sámali Lindenskov. Endaliga mastringin er gjørd í Oslo av George Tandeø.

 

 

 

Meira tilfar um bólkin er at finna VIÐ AT TRÝSTA HER

 

 

Sjónbandalag/Teasari í samband við útgávuna, sæst við at trýsta á pílin á myndini.