Havnarstongsul fevnir eisini um russisk fiskiskip. Tað hevur landsstýrið fingið at vita frá danska Søfartsstyrelsen. Og føroyska Sjóvinnustýrið hevur sagt landsstýrinum, at "um so er, at tulkingin hjá dønum er røtt", so fevnir tað eisini um fiskiskip.
– Men tað kunnu vit ikki brúka til nakað, sigur Jenis av Rana um tulkingina frá Sjóvinnustýrinum.
Um havnir í Føroyum skulu steingjast fyri russarum, so skal lógaruppskot um tað leggjast fyri tingið, tí Løgtingið hevur bara givið landsstýrismanninum avmarkaða heimild at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi.
Men har kemur einki uppskot frá Jenisi av Rana um tað, hóast hann og løgmaður hava sagt, at Føroyar skulu leggja seg upp at tiltøkunum frá ES, so verður tað ikki gjørt í sambandi við fiskivinnuna, tí her leggja vit okkum nú upp at, hvat Noreg ger.
Og so verður tað líka mikið, hvat Danmark heldur og ger, sigur Jenis av Rana við útvarpið.
– Tann tíðin er farin, at vit løgdu okkum undir alt tað, sum danir søgdu, segði hann við Kringvarpið á middegi.
Og spurdur, um hann ikki kann vænta at fáa boð frá donsku stjórnini um at fylgja donsku linjuni, svarar hann:
– Vissi tað var fyri 3-4 fýra árum síðani, so ja. Men viðurskiftini millum Føroyar og Danmark og nógv broytt á hasum økinum. Eg trúgvi ikki eitt sekund uppá, at danir fara at koma við einum kravboð til okkum, og vissi teir koma við kravboðum um, at vit skulu gera, sum danska sjóvinnustýrið hevur tulkað, so hava vit ein stóran trupulleika millum Føroyar og Danmark, segði hann við Kringvarpið.
Jenis av Rana er vísur í, at tann støðan verður ikki.
– Viðurskiftini millum Danmark og Føroyar eru øgiliga nógv broytt, sigur hann, og sigur seg tora at leggja høvdið á blokkin, at tað hendir ikki, at danir koma við kravboðum.
– Í dag er tað ikki ein støða, at vit skulu fáa ordrar og boyggja okkum. Í dag er tað so, at vit tosa saman, og vit hava tosað nógv saman um alt hetta.
Og spurdur, um tað er í lagi, at vit ikki hava somu støðu sum Danmark, svarar hann Kringvarpinum:
– Danir gera lógir út frá sínum egnu viðurskiftum. Teir hava ikki tað stóra fiskivinnusamstarvið við Russland, sum vit hava. Men Noreg hevur nøkulunda sama samstarv, sum vit hava við Russland. Tí er tað rættast og púra legitimt at leggja okkum upp at Noreg.
– Vit kunnu ikki samanberast á fiskivinnuøkinum við danir, sigur hann.
Og Jenis av Rana fer ikki at gera nakað lógaruppskot um at steingja havnir nú. Tað er ikki ynski Løgtingsins nú, sigur hann.
– Men vissi tað blívur verri, so kanska, sigur hann.
– Vissi Russland legst á onkran annan, so kann tað vera aktuelt at siga við Løgtingið, at nú noyðast vit at gera eitt ella annað, segði Jenis av Rana í samrøðu við Kringvarpið.
Løgtingið fer í summarfrí í dag og kemur saman aftur á ólavsøku. Skulu havnir í Føroyum steingjast fyri russiskum fiskiskipum, so má Løgtingið kallast saman aftur. Men fyri at tað skal henda, at landsstýrismaðurin skal koma við slíkum uppskoti, so skal krígsstøðan versna nógv – til dømis so nógv, at Russland legst á okkurt annað land, sigur Jenis av Rana.