- Havnin er ikki fyri okkum tilflytarar

Í mars í ár tóku Mari Hamrá Hammeken og maðurin Dánjal Jákup Holm avgerðina at flyta heim aftur til Føroya eftir fimm ár í útlegd.
Tey høvdu tá nomið sær útbúgving í Danmark og fingið dóttrina Ýr.
Men flytingin gjørdist alt annað enn løtt fyri unga parið

- Eg helt, at vit hoyrdu til bólkin sum Føroyar droyma um at fáa heimaftur. Barnafamilja við góðari útbúgving, sigur Mari Hamrá Hammeken.

Hon hevur útbúgving sum sosialráðgevi, og maðurin Dánjal Jákup er byggifrøðingur.

Tá so bingjan kom til Føroya, og gerandisdagurin skuldi byrja, kom stóri skelkurin.

Tað var ógjørligt at fáa Ýr inn á dagstovn í Havnini.

- Eg gjørdist ræðuliga skuffað at tað ikki var nakað tilboð til okkum, og ongin visti nær vit kundu fáa nakað pláss, greiður Mari frá.

Ýr hevði tá gingið hjá dagrøktarmammu í eitt hálvt ár í Odense, og var von við at spæla við onnur børn, so á henni merktist broytingin eisini.


Privata loysn

Á Snarskivuni góðu tey Mari ráð um at finna sær eina privata loysn - omman kundi kanska taka sær av Ýr. Men sum samfelagið sær út í dag, ber hetta ikki til.

- Ommurnar og abbarnir hjá Ýr arbeiða øll úti. Eg vil eisini, at hon skal verða saman við øðrum børnum, sigur hon.

Einasta loysnin var, at Mari varð heima við Ýr og bíðaði eftir samrøðuni frá Snarskivuni.

- Eftirsum tað var upp á óbestemta tíð var tað sera frustrerandi at ganga heima og bíða og bíða. Tað kostar nógvan pening at flyta heim, og vit høvdu brúk fyri tveimum intøkum, greiður Mari frá.

Fyri at fáa tað fíggjarliga at bera til at vera í Føroyum søkti Mari stuðul frá Almannastovuni, sum hevur eina veiting fyri tey, sum mangla barnaansing.

Men hóast tann peningin, var trupult at fáa endarnar at røkka saman.

- Vit eru von at liva av SU og klára okkum í Danmark. Men í Føroyum er alt dupult so dýrt, so her vóru vit í ringari støðu. sigur hon.


Onki pláss

Av berari frustratión ringdi og vitjaði Mari ofta Snarskivuna. Men fekk bara boðini um at dótturin stóð á tí og tí plássinum og at tær onki vistu. Sagt var eisini, at søkt varð eftir dagrøktarmammum.

- Tað kennist sum Havnin er fyri tey, sum eru fødd og uppvaksin her og ikki fyri tey, sum flyta til Havnina, sigur Mari.

Tá fýra mánaðir vóru gingnir í august vónaði Mari, at Ýr fór at vera millum tey, sum sloppu inn aftann á summarfrítíðina. Men nei, har var onki pláss.

- Tað kostar somikið nógv at flyta av aftur landinum, so tað umhugsaðu vit ikki, men vit vóru sera nær við at flyta út á bygd.

Í september komu so boðini frá Snarskivuni, ið Mari hevði bíða eftir. Ýr fekk pláss í vøggustovuni á Velbastað og kundi byrja fyrsta oktober.

Mari fekk arbeiði á sama stovni.

- Tað kennist, sum vit vunnu gullmedaljuna til endans, sigur Mari.

Stovnurin á Velbastað hevur gott orð á sær, og Ýr trívist sera væl.


Er tað nakað ráð tú vil geva útisetum, sum umhugsa at flyta heimaftur?

- At tey skulu planleggja sær lívið langt fram í tíðina. Vit høvdu kunna skrivað okkum upp á bíðilista, áðrenn vit komu til Føroya, men eftirsum okkara avgerð kom í so knappuliga gjørdu vit ikki tað.