Skal tað verða soleiðis, sum tað hevur verið nú í nógv ár, at eisini henda komandi vinnan skal sentraliserast til miðstaðarøkið, so verður endin tann, at allar Føroyar verða á miðstaðarøkinum. Útjaðarin verður spakuliga at doyggja út. Tað eru trupulleikar nú, tað verða størri trupulleikar, um ikki verður farið varliga við hesari komandi stórvinnu.
At politikarar í Tórshavn eru á gosi, kom týðuliga fram, tá tað kom í ljósmála, at møguleikin var fyri at Suðuroy kundi fáa stóran part av hesi vinnu og at ætlanin er, at tað verður løgd ein støð á Drelnesi, verður hugt at viðurskiftunum í sambandi við veður og vind, so er Trongisvágsfjørður uttan iva tann besti her á landi.
Tá hetta danska felagið vísti áhuga fyri hesum, vórðu býráðslimir í Havn beinanvegin á gosi og søgdu, at tað var skeivt, at A. P. Møller fær fótin fastan her á landi. Løgið at hesir donsku pengar skulu órógva føroyska samfelagið. Orsøkin er helst ikki, at tað eru danskir pengar, men heldur tað, at ætlaða tiltakið verður lagt í Suðuroy. Viðvíkjandi A. P. Møller og hansara virksemi, so eru tað nógvir føroyingar, sum ígjøgnum árini hava verið og eru í vinnu hjá hesari fyritøku, eisini borgarar í Tórshavnar kommunu. Tá talan er um útlendskan pening í føroyskum fyritøkum, so er tað eingin loyna, at nærum øll vinna her á landi hevur útlendskan kapital.
Hyggja vit at alivinnuni, sum skuldi vera føroysk burturav og harvið grundarlagið undir tí føroyska búskapinum, so hava norðmenn keypt seg inn og yvirtikið fleiri brúk, og helst verða tað enn fleiri, sum fara sama vegin. Tað tykist, at alt er í lagi, bert peningurin ikki er danskur, tó sjálvt verandi sjálstýrissamgonga hevur sannað, »at gott er góðan hava undir herðum, var nú loysing sótu vit á berum«.
Viðvíkjandi tí ætlaðu støð í Havn, har sagt verður, at tað er føroyskur kapitalur, er tað nú tað, so vítt eg havi fingið við, so er tað ein ensk fyritøka, sum er við í ætlaðu byggingini á Sundi, og tað er sjálvandi í lagi, bara tað ikki er danskt, men tað er nú ikki tað, sum er danskt, sum verður kastað burtur aftur av býráðnum í Tórshavn.
Tann blokkur av peningi, sum nú í nógv ár hevur verið tryggleikin hjá okkum, sum er upp á eina milliard, og sum verandi sjálvsstýrissamgonga við tjóðveldisgóðkenning er tryggjað okkara samfelag nøkur ár fram, tann bokkur, tann milliardin, fellur niður í Tórshavn, og kann helst ikki verða fyriuttan, tað eru uttan at navngeva nógvar danskar fyritøkur og stovnar, sum leggja nakrar skattakrónur eftir seg.
Tað er greitt, at tað verður ein politiskur spurningur, og við hesari loysingarsamgongu verður tað ein stórur spurningur um, hvussu leikur fer fram, hvar ein støð til oljuvinnuna verður løgd er av avgerandi týdningi. Eg eri bangin fyri, at við verandi samgongu eru vit og suðurvestur tiltakið illa fyri.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum bleiv settur fyri at styrkja Tórshavn. Aftan á at hann, eins og tað stendur í Halgu bók um brøðurnar, sum vóru ósamdir og tann eini bað um at fáa sín part, tað fekk hann og hann brúkti hann eisini, tá arvurin var oyddur, valdi hann at venda aftur og væl varð hann móttikin, varð klæddur í skrúð og eisini verður sagt okkum, at fitikálvurin varð dripin til veitsluhaldið. Nakað tað sama hava vit dømi um viðvíkjandi landsstýrismanninum í vinnumálum, sum fór úr Fólkaflokkinum í Sambandsflokkin, men vendi við aftur og bleiv settur høgt. Sambært Dagblaðnum er hansara uppgáva at verja Havnina, og í hesm føri verða oljan og flogvøllurin á Glyvursnesi næsta stigið.
Við tí umboðan, sum útjaðarin hevur í verandi samgongu, sum er bygd upp um Tórshavn og Klaksvík, verður tað meira enn torført at fremja nakað, uttan at gera brúk av teimum kreftum, sum útjaðarin ræður yvir innan verandi samgongu. Tá á stendur fáa vit prógv fyri, hvussu løgtingslimir fara at roynast.
Mín tilráðing til Vág og Tvøroyri og suðurvestur-tiltakið skal verða: Leggið allar kreftir saman. Standa vit saman, vinna vit á mál. Hetta viðvíkjandi hesum viðurskiftum kann verða lagnuløtan fyri okkara tilveru og fyri framtíðina hjá teimum, sum skulu búleikast her.
Eitt er mær púra greitt, at næsta stigið, um støðin verður løgd á Sundi, verður flogvøllurin á Glyvursnesi.
Teir hava brúkt nógvar pengar uppá hesa ætlan, hon liggur klár.
Suðuroy og Vágar hava tvey umboð í verandi samgongu ? teirra leiklutur verður avgerandi.
Sverre Midjord