Síðstu trý árini hevur Mjølnir vunnið alt, sum er at vinna í føroyska kvinnuflogbóltinum, og sum tað sær út nú, hava flogbóltskvinnurnar úr Klaksvík sett kósina ímóti fjórðu greipuni. Alt kundi eisini bent á, at tað verður tvær ferðir Fleyr hinumegin netið, áðrenn vit vita, um hetta kappingarárið endar sum tey trý undanfarnu.
Status er, at Mjølnir longu langt síðani hevur tryggjað sær sæti í steypafinaluni, umframt at liðini eftir 12 umfør er trý stig framman fyri Fleyr, sum aftur er sjey stig framman fyri næstu liðini. Fleyr hevur tí kós ímóti FM-finalunum, men er framvegis ein dyst frá at koma í steypafinaluna.
Í Mjølnir-kappingini hevði Fleyr, sum vinnari í Fleyr-kappingini í heyst, møguleikan at vinna seg í steypafinaluna, men Dráttur setti seg upp á tvørs og vann 3-0, so nú skal fyrst ein hálvfinala spælast millum tey bæði, áðrenn greitt er, hvør møtir Mjølni í steypafinaluni. Henda hálvfinalan verður í Sandoyar samkomu- og ítróttarhøll mikukvøldið 22. januar klokkan 19.30.
Dygga mótstøðu
Men hóast eitt sindur av spenningin er um finalistarnar í steypakappingini hjá kvinnum, er ikki júst sami spenningurin í Eik-liguni, har Mjølnir og Fleyr halda seg eitt fitt petti framman fyri næstu kappingarneytarnar, og har serliga Mjølnir sær út til at hava ein fyrimun.
Í gjár hevði Mjølnir vitjan av Drátti, men hóast úrslitið segði, at klaksvíkskvinnur vunnu 3-0, so var dysturin meira spennandi og javnur enn so. Kvinnurnar hjá Drátti hingu í og fingu nógv uppaftur, men hóast tær vóru serliga nær við í teimum báðum síðstu settunum, eydnaðist ikki at taka sett frá Mjølni.
Fleyr fekk eisini sítt at gera í útidystinum ímóti KÍF leygardagin, tí í høllini í Kollafirði máttu fimm sett til, áðrenn Fleyr hevði vunnið. Ta einu løtuna vann kÍF seg framum 2-1 í settum, og eisini leikaði javnt á í fimta og avgerandi settinum, ið mátti upp um 15 bóltar, áðrenn Fleyr hevði vunnið tað 18-16 og dystin 3-2.
Á Kambsdali vann TB leygardagin 3-1 á ÍF-kvinnunum, sum vunnu fyrsta sett, men annars bara viknaðu og máttu lúta 1-3. Og í Sørvági vann SÍ í gjár 3-0 á Ternuni, sum bara í triðja setti fekk sett sín dám á dystin, uttan tó veruliga at hótta heimaliðið.